Vitan

Vitan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vitan episodes

  • Vitan
    Í sendingini verður tosað vit við Elsu Helmsdal, granskara, um hennara PhD-gransking, sum lýsir paradoksið millum heilsutilmælini, dálking og sterka føroyska mentanarsamleikan at halda grind til. Hví verja serliga tey ungu grindadráp, meðan kvinnur eru givnar at eta grindi? Og hvussu ber tað til, at mentanin vigar tyngri enn heilsan?
    53 min
  • Vitan
    Uni Árting, jarðfrøðingur á Jarðfeingi og David Arge Klevand, professari á DTU Space greiða frá, hvussu rannsóknarferðin hjá Perseverance gongur á Mars.
    50 min
  • Vitan
    Andrea Joensen hevur granskað, at har er ein sosialur ójavni í, hvør fær staðfest diagnosuna etingarólag og harvið kemur í viðgerð.
    Og jarðfrøðingurin Heiðrikkur í Garði Mortensen, hevur granskað, hvussu og hvat hendi, tá ið veðurlagið brádliga broyttist fyri 200 mió. Árum siðani.
    52 min
  • Vitan
    Eitt super El Niño er við at taka seg upp í Kyrrahavinum, og hetta fer at ávirka veðrið um allan heim. Og kanningar vísa, at Toxiplasmosa er í seyði, haru og kettu í Føroyum, og hesin parasittur kann smitta menniskju.
    54 min
  • Bønhústoftin á Velbastað
    Nógv áhugavert er komið undan kavi í útgrevstrinum, millum annað ein flottur gulltráður og ein gátuførur ringur. Lurta eftir sendingini, har Helgi Mikkelsen, fornfrøðingur, greiðir frá. Eisini umrøða vit DNA royndir, ið vísa nær fyrstu seyðirnir komu til Føroya.
    56 min
  • Livandi alheimurin
    Fyri stuttum kunngjørdi amerikanski rúmdarstovnurin NASA, at tey høvdu funnið ábendingar um, at lív einaferð í fyrndini hevði verið á gongustjørnini Mars.
    Gamalt útdeytt lív, gaman í, men er gongustjørnan Mars steindeyð?
    Spurningurin stendur í dag ósvaraður, men hann verður viðgjørdur í sendingini "Livandi alheimurin".
    Kári Sólstein, journalistur, tosar við Gunver Lystbæk Vestergård, vísindajournalist, sum hevur skrivað bókina "Vores levende univers".
    Gunver Lystbæk Vestergård er kandidat í journalistikki og hevur eina ph.d. í vísindasamskifti. Hon arbeiðir sum journalist á Weekendavisen, har hon millum annað skrivar um alisfrøði, stjørnufrøði, rúmdarferðing og vísindasøgu.
    51 min
  • Vikan 12. apríl 2025
    Í VIKUNI taka vit saman um vikuna, sum fer.
    Í vikukjakinum viðgera vit uppgerðina í Framsókn, sum nú missir minst ein flokslim orsakað av málinum um fosturtøku. Vit spyrja eisini, hví føroyingar og serliga føroyskir menn drekka so illa - og um tilmælini og nullhugsjónin frá Heilsustýrinum um rúsdrekka er realistisk og viðkomandi. Og so viðgera eisini, um føroysku fólkatingsumboðini skulu bjarga donskum ministarum. Tey, sum eru komin at kjakast og hugleiða, eru: Marnar Fríðheim Kristiansen, Turið Debes Hentze og Magni Højgaard.
    Hon verður nýggjur stjóri í Almannaverkinum, ið er ein av hornasteinunum í føroyska vælferðarsamfelagnum og umsitur ein triðing av fíggjarlógini. Hvussu fer hon til hesa stóru uppgávu, og hvør er kvinnan handan komandi stjóran. Hjørdis Sólbjørg Mortensen er vikugestur hesa vikuna.
    Og hesa vikuna leggur Fróði Løkságarð vikuna á skák.
    1 hr 49 min
  • Ein deutsches Requiem
    Havnarkórið, saman við orkestri og solistum, framførir 'Ein deutsches Requiem' eftir Johannes Brahms. Leif Hansen hevur lagt til rættis og stjórnar framførsluni.
    1 hr 19 min
  • Rýmdu norðbúgvarnir undan turki?
    Søgnin sigur, at Eirikur Reyði fann Grønland, og at hann og aðrir norðbúgvar búsettu seg har um ár 1000. Fyrst og fremst í tveimum bústøðum, ið vóru rópt eystur- og vesturbygdin. Báðar búsetingarnar liggja í Vesturgrønlandi. Ilt er at siga, hvussu nógv tey vóru - metingar siga, alt úr 3000 upp í 10.000 norðbúgvar.
    Men hvat hendi við teimum?
    Tað hevur verið og er ein av størstu gátunum, sum ikki er loyst enn. Gjørdust tey so fáment til endans, at tey doyðu út, komu tey til ilnar við upprunafólkið, inuittarnar, í Grønlandi, ella vóru tey rænd av sjórænarum? Boðini eru nógv.
     
    Hvalsoyar kirkja
    Toftirnar eftir Hvalsoyar kirkju í Grønlandi
    Tað seinasta, mann hoyrdi frá norðbúgvunum í Grønlandi, er um eina vígslu, sum var hildin í Hvalsoyar kirkju í Eysturbygdini. Í brævi sent til biskupsætið Garðar í Íslandi stendur, at tann 14. septembur í 1408 giftust Thorstein Ólavsson og Sigrid Bjørnsdóttir.
    Eftir hetta var tøgn úr Grønlandi.
    Og tá ið danski presturin Hans Egede kom til Grønlands í 1721 fyri at missionera fyri norðbúgvunum, sum man tá ikki hevði hoyrt frá í meira enn 300 ár, var ongin at finna. Ikki ein tann einasti.
    Hvat hendi við teimum?
     
    Granska vøtn í Grønlandi
    Granskarar kanna legugrýtið í vøtnum í Grønlandi, har norðbúgvarnir hildu til (Mynd: Raymond Bradley)
    Nýggj gransking, sum granskarin Raymond Bradley hevur staðið fyri, kann geva eina ábending um, at livi umstøðurnar broyttust, men ikki sum áður hildið, at veðrið gjørdist kaldari og harðbaldnari, men turrari. Var tað turkur, sum fekk tey at rýma?
    Lurta eftir samrøðuni við Raymond Bradley, har greitt verður frá nýggju granskingini, og hvat møguliga hendi við grønlendsku norðbúgvunum.
    18 min
  • VIDEO: Telja fugl við dronu
    Longri samrøða við lívfrøðingin og granskaran Johan Castenschiold og Janus Hansen, fuglafrøðing á Tjóðsavninum, um fuglateljing við dronu, er at hoyra HER
    5 min

About Vitan

From the publisher's feed

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Evni í sendingini…

More shows like Vitan

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners