Vitan

Vitan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vitan episodes

  • Sjógvurin fløðir um allan heim
    - Tað er heilt einfalt ov seint at gera nakað við tað. Havið um allan heimin fer at hækka tey næstu nógvu árini, tað sigur granskarin William Colgan, frá GEUS.
    Nýggj gransking vísir, at lofthavið er hitnað so nógv, at ísur fer at bráðna um allan heimin. Bara tann parturin av innlandsísinum í Grønlandi, sum næstu árini fer at bráðna, verður orsøkin til, at sjógvurin fer at fløða 27 sentimetrar hægri um allan heimin. Og tað er bara innlandsísurin, tá eru heimsins bráðnandi jøklar og mæti Suðurpólurin ikki tikin við í líkningina.
    Sjógvurin fløðir um allan heim - eisini við Føroyar. Her vendist ikki aftur.
     
    Leinki til myndil, ið vísir hvussu havið fer at vaksa í framtíðini
     
    - Um heimsins lond veruliga fara at halda París-sáttmálan, so kunnu vit minka um skaðan, men um vit halda fram sum vanligt, so fer sjógvurin at fløða um allan knøttin í nógv, nógv ár, sigur William Colgan.
    Mátingar vísa, at sjógvurin kring Føroyar er hækkaður 10 sentimetrar seinastu árini, og teldueftirgerðir vísa, at í 2150 er havið kring Føroyar hækkað millum 58 og 103 sentimetrar.
    - Halda vit Paríssáttmálan, so fløðir sjógvurin 58 sentimetrar, men halda vit fram við verandi vakstrarhúsútláti, so er havið hækkað 103 sentimetrar við Føroyar í 2150, sigur William Colgan.
    Hann leggur afturat, at tað merkir ikki, at sjógvurin heldur uppat at fløða meira eftir 2150, tað fer at halda fram langt fram í tíðina.
    Lurta eftir samrøðuni við granskaran William Colgan frá GEUS.
     
    Høg flóð í Vágsbotni
    Høg flóð í Vágsbotni. Henda sjónin verður meira vanlig í framtíðini. (Mynd:Tórshavnar Kommuna)
     
    Høg flóð í Vágsbotni
    Høg flóð í Vágsbotni. Henda sjónin verður meira vanlig í framtíðini. (Mynd:Tórshavnar Kommuna)
    14 min
  • Jetstreymurin klovnar um summarið
    Hitamet varð sett í fleiri londum í Evropa í summar, og í Onglandi fór hitin fyri fyrstu ferð upp um 40 hitastig í juli. Tær stóru áirnar í Evropa vóru um at torna, skógareldar herjaðu í fleiri londum, og vatntrot var nógvastaðni.
     
    Hitabylgja í Evropa
    Allastaðni í Evropa royndu fólk at svala sær í ógvusliga hitanum í summar.
     
    Hitabylgjur í Evropa eru komnar fyri fyrr, men seinastu árini eru hitabylgjur komnar títtari og títtari, og tað verður spátt, at hetta er nakað, evropearar skulu venja seg við í framtíðini.
     
    Hitabylgja í Evropa
    Fylgisveinamynd, ið vísir, hvussu Evropa tornaði upp í øllum hitanum í summar
    Orsøkin til hitabylgjurnar eru jetstreymarnir, máttmiklir vindar, ið ferðast høgt uppi í lofthavinum. Vanliga hevur jetstreymurin ferðast samlaður í einum belti runt knøttin, men nú vísir tað seg, at jetstreymurin, um summarið, hevur lyndi til at fara í tvey, og tað hevur ávirkan á veðurlagið í Evropa um summarið. Spátt verður, at fólk í Evropa skulu venja seg við ógvusligar hitabylgjur um summarið.
     
    hitabylgja_jetstreymar
    Jetstreymurin fer í tvey og "fangar" hitan í Evropa í fleiri vikur um summarið. 
    Lurta eftir Hanusi Kjølbro, har hann greiðir frá hitabylgjunum í Evropa í summar, og hvussu jetstreymurin er klovnaður í tvey.
    17 min
  • Grøni boðskapurin
    Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum í Vágum við yvirskriftini Skriftin á vegginum.
    Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu fyrihalda seg kristliga og guðfrøðiliga til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum.
    Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttesen, guðfrøðingur, hildu hvør sín fyrilestur, um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan.
     
    Ljóð
    Vil tú hoyra fyrilestrarnar, kanst tú trýsta HER
    Kári Sólstein hevur tikið upp og sett saman.
    29 min
  • Grøni boðskapurin
    Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum, við yvirskriftini Skriftin á vegginum, vesturi í Vágum.
    Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu kristligt og guðfrøðisligt fyrihalda seg til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum.
    Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttensen, guðfrøðingur, hildu hvør sín fyrilestur, um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan.
    Hevur tú áhugað at hoyra og síggja fyrilestrarnar, saman við powerpointframløgunum, ber til at síggja hetta HER
    Kári Sólstein hevur tikið upp og sett saman.
    40 min
  • Ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers
    Hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers. Nýggj føroysk gransking vísir júst hetta, at ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers.
    Tað skal tó sigast, at flestu tilburðir av Alzheimers sjúku tykjast ikki burturav at vera tengdir at ílegum, men í summum førum hava ílegur mest sannlíkt ein leiklut, og hetta kann eisini vera galdandi, hóast persónurin ikki hevur Alzheimers sjúku í familjuni. Tað er ein av niðurstøðunum í nýggjari føroyskari gransking, sum Malan Johansen, ph.d lesandi hevur gjørt saman við øðrum. Greiningin byggir á granskingarverkætlann gjørd á Deildini fyri arbeiðs og almanna heilsu undir leislu av Mariu Skalum Petersen og Demens Klinikkina á Landssjúkrahúsinum.
     
    Hava kannað 141 fólk við Alzheimers
    Tey hava kannað ílegurnar hjá 141 føroyskum persónum sum hava fingið staðfest Alzheimers sjúku og samanborið teirra ílegur við ílegurnar hjá 154 frískum persónum.
    Lurta eftir samrøðuni við Maluna, har hon greiðir frá granskingini og úrslitunum.
    Malan Johansen og Alzheimers
    Malan Johansen hevur granskað, um broytingar í íleguni APOE4 kunnu økja um vandan fyri Alzheimers.
    18 min
  • Stóra vatnið ið hvarv
    Jørgen Landt, sum var prestur í Føroyum frá 1791 til 98, skrivar í bókini "Forsøg til en beskrivelse over Færøerne" frá 1800, at hann hevði hoyrt vágafólk siga frá eini søgn, um eitt vatn, sum einaferð fanst uttanfyri Fjallavatn. Eitt vatn, sum á døgum hjá Jørgen Landt ikki fanst longur.
    "Saaledes skal der paa den nordlide deel af Vaagøe fordum have været en temmelig stor søe, sum nu er forsvundet, og har efterladt en græsrig slette" skrivar Landt.
    Sigmund í Dali, sum var landmátari og máldi øll vøtn í Føroyum, var sera áhugaður í, hvar hetta horvna vatnið kundi havt ligið. Hann heldur, at tað kann hava ligið, har sum grasfløtan millum Mýrarnar og Munnan eru í dag.
     
    Fløtan við Reipsá uttanfyri Fjallavatn, har tað horvna vatnið (teknað við gulum) kanska lá. (Kelda: Frøði, onnur útgáva, 2022)
     
    Talan hevur verið um eitt rímiliga stórt vatn - á stødd við Kirkjuvatn í Famjin, men nakað væl minnið enn sjálvt Fjallavatn.
    Hví hvarv hetta vatnið?
     
    Soleiðis kann ein loftmynd hava sæð út, um horvna vatnið var til í dag. (Mynd: Sigmund í Dali, Kelda: Frøði, onnur útgáva, 2022)
     
    Lurta eftir Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingi, sum greiðir frá horvna vatninum í Vágum í sendingini Góðan Morgun Føroyar.
    Meiri stendur at lesa í vísindatíðarritinum Frøði.
    Kelda: Frøði, onnur útgáva, 2022.
    11 min
  • Gamla Stokkastovan verður sum nýggj
    Stokkastovan er er ein av elstu bygningunum í Tinganesi. Hon er bygd nøkur fá ár eftir stóra eldin, ið herjaði alt Tinganes í 1673, tí kanningar av stokkunum vísa, at teir eru høgdir í Noregi á vári 1684.
    Bygningurin hevur verið brúktur sum goymslubygningur í Gablatíðini og í 1709 yvirtikin av kongaliga einahandlinum.
     
    Gomul mynd frá 1800 talinum av Tinganesi, sum H.C.Muller hevur tikið. Stokkastovan sæst væl á myndini. 
     
    Gablafeðgarnir, sum høvdu Føroyar í len frá 1655 til 1709, bygdu Stokkastovuna nøkur ár eftir, at Tinganes brann í grund í 1673. Kongaligi einahandilin yvirtók bygningin í 1709.
     
    Loftið verður rópt Hosuloftið, og beint við síðurna av hevur verið eitt bøkjarí. Stokkastovan hevði eisini samband við gomlu vippuna á Eystaruvág. Talan er sostatt um ein søguligan bygning, har rættliga nógv virksemi var fyrr í tíðini.
    Bygningurin er í dag ikki í góðum standi, men nú verður hann høvuðsumvældur. Stokkarnir, ið eru illa farnir, verða skiftir, og allur bygningurin skal setast í uppruna stand.
    Inni í bygninginum hava tey tikið gamla gólvið upp, og fornfrøðingar eru í hesum døgum farnir undir at kanna, hvat er at finna har. Alt verður skrásett og ruddað út, og so skulu tey eisini grava í moldini fyri at hyggja eftir, um nakað forkunnugt er at finna har. Hellan undir gamla gólvinum skal eisini kannast fyri innristingar og annað.
     
    Gólvið er tikið upp, og nú eru fornfrøðingar farnir í gongd at kanna, hvat er at finna undir gamla gólvinum
     
    Onkur hevur innrist okkurt í helluna undir gólvinum. Hetta sær út sum eitt M ella W, og tey fara at kanna alla helluna við einum serligum skannara fyri at vita, um okkurt er innrist í helluna. 
     
    Nógv tilfar liggur undir gamla gólvinum, sum kann hava fornfrøðisligan áhuga.  
     
    Hetta sá út sum ein undirkjaftir, men helst er hetta ein gomul stoyping av einum tanngarði.  
     
    Tá ið Stokkastovan er høvuðsumvæld, verður hon sum nýggj og skal í framtíðini brúkast til ymisk almenn tiltøk.
    Lurta eftir samrøðuni við Tórálv Weihe, savnsarkitekt, og Helga Mikkelsen, fornfrøðing á Tjóðsavninum.
    15 min
  • Nýggj gransking: Fyrstu seyðirnir komu til Føroya um ár 500
    Granskingin sigur eisini, at tað er hugsandi at menniskja hevur sett búgv har samstundis, tó at tað ikki eru funni DNA frá menniskjum í kanningunum.
    Lurta eftir samrøðuni við Raymond Bradley og les um kanningarnar HER, HER og HER
    Eiðisvatn
    Eiðisvatn (Mynd Raymond Bradley)
     
    Kjarnusýnir Eiðisvatn
    Fult av kjarnusýnum at granska (Mynd Raymond Bradley)
    12 min
  • Løgið signal úr rúmdini
    Tað var fyri nøkrum mánaðum síðani, tá stjørnufrøðingar, ið granska radiobylgjur og onnur signal úr rúmdini, skuldu royna eitt nýtt radioteleskop í Australia, at tey máldu hetta løgna signalið.
    - Á tveir háttir uppførir hetta signalið seg løgið. Tað ferðast sum ein snyril gjøgnum rúmdina, og so broytist tað í styrki, sløknar mitt í øllum og tendrar aftur, sigur David Kaplan, professari í alis- og stjørnufrøði við lærda háskúlan í Wisconsin, Milwaukee.
    Við at kanna signalið neyvari, kundu stjørnufrøðingarnir vísa á, at signalið kemur frá stjørnumyndini, Sporðdrekin, og onkrastaðni úr miðdeplinum í okkara stjørnuhópi, Vetrarbreytin.
    - Vit hava onga frágreiðing um, hvat hetta er fyri eitt signal, men vit halda, at tað er natúrligt, sigur David.
    Hann hevur tó onki ítøkiligt boð um, hvat tað kann vera.
    Í løtuni er signalið sløkt, men tey kanna javnan rúmdina fyri at vita, um signalið aftur er at hoyra úr rúmdini.
    - Mítt besta boð er, at hetta kemur frá onkrari natúrligari keldu, sum vit ikki kenna til enn, sigur David Kaplan, professari í alis- og stjørnufrøði við lærda háskúlan í Wisconsin, Milwaukee.
    Lurta eftir samrøðuni við David Kaplan.
    Radioteleskop í Australia
    Tað var ASKAP radioteleskopið í vestur Australia ið máldi signalið fyrstu ferð.
    Spordrekin
    Løgna signalið kemur frá stjørnumyndini Spordrekanum.
    12 min
  • Kjarnuroyndir tiknar á Mars
    Rovarin Perseverance, sum koyrir uppi á gongustjørnuni, Mars, hevur tikið kjarnuroyndir úr einum steini.
    - Fyrsta royndin riggaði ikki, tí grótið morlaðist, men onnur kjarnuboringin riggaði væl, sigur Kathryn Stack, toymisleiðari fyri NASA Perseverance rannsóknarferðina.
    Borikjarnurnar eru koyrdar í og innilokaðar í eini jarndós umborð á rovaranum.
    - Vit hava møguleika at goyma 38 borikjarnur, og eftir ætlan verða tær heintaðar og førdar til jørðina, til nágreinligari kanningar um nøkur ár, sigur Kathryn.
    Eftir ætlan fer eitt rúmdarfar til Mars í 2028 og kemur aftur til jørðina í 2030 við borikjarnunum.
    Greiningin av borikjarnunum umborð á Perseverance vísa, at vatn hevur verið tilstaðar, og at hetta er eitt steinslag, har smáverur trívast væl.
    - Tað er sera áhugavert, tí tá er møguleiki fyri, at vit kunnu staðfesta, at tað hevur verið lív á Mars eina ferð í fyrndini, sigur Kathryn Stack, toymisleiðari fyri rannsóknarferðina hjá Perseverance uppi á Mars.
     
    Borað verður í ein stein á Mars (Mynd: jpl.nasa.gov)
     
    Tvey hol vóru borað í steinin. Møguliga hava smáverur einaferð í fyrndini livað í hesum steini. (Mynd: jpl.nasa.gov)
     
    Borikjarnin verður goymd umborð á rovarnum Perseverance. Um nøkur ár, fer ein rúmdarraket til Mars, at heinta borukjarnurnar og føra tær til jørðina til nærri kanningar. (Mynd: jpl.nasa.gov)
     
    Kathryn Stack er toymisleiðari fyri NASA Perseverance rannsóknarferðina.
    14 min

About Vitan

From the publisher's feed

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Evni í sendingini…

More shows like Vitan

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners