Vitan

Vitan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vitan episodes

  • Átta víkingagravir staðfestar í Føroyum
    Í Føroyum hava verið staðfestar tríggjar víkingagravir, á Sandi, í Hvalba og í Tjørnuvík. Nú hevur Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, út frá tilfarið og upplýsingum, sum er tøkar á Tjóðsavninum, staðfest, at tað eru funnar átta víkingagravir í Føroyum. Umfram tær nevndu tríggjar, eru eisini funnar víkingagravir á Kirkju, Svínoy, Sandavági, Velbastað og í Hovi. 
    Hoyr Ann Sølviu greiða frá um fornan útgrevstur og víkingagravir í Føroyum. 
    Myndirnar er frá víkingaútgrevstrinum í Tjørnuvík í fimtiárunum. Føroya Fornminnasavn eigur myndirnar.
    30 min
  • Mars og rúmdarbilurin Perseverance
    Í sendingini verður gongustjørnan Mars umrødd og hví tað verður mett at tað kanska einaferð í fyrndini hevur verið lív á Mars.
    Hans Amundsen og Michelle Minitti frá JPL NASA, Tina Ibsen, stjørnualisfrøðingur, og David Arge Klevang Petersen frá DTU Space greiða frá.
    59 min
  • Perseverance á Mars
    Um eitt gott hálvt ár, lendir ein rumdarbilur á gongustjørnini Mars. Ein sokallaður rovari. Hesin rovarin skal kanna jarðfrøðina á reyðu gongustjørnini, og um tað einaferð hevur verið lív á Mars.
    Rovarin hevur fingið heitið Perseverance og ein av teimum, ið hevur verið við til at ment henda mánabilin, er føroyingurin David Arge Klevang Petersen. Hann er adjunktur á DTU Space og verkætlanarleiðari fyri eitt serstakt tól, ið skal skanna yvirflatuna á Mars, í leitanini eftir lívið frá fyrndini.
    Mars er áhugaverd, tí gongustjørnan er tætt við og minnir um Jørðina. Man hevur ikki funnið lív á Mars, men man hevur staðfest, at vatn er á Mars og fyri umleið 3,7 milliardum árum síðani, var rennandi vatn á Mars. Eins og vit hava vøtn og høv her á jørðini í dag. Og vatn er fyritreytin fyri lívi, sum vit kenna tað. 
    Rúmdarbilurin, Perseverance, er gjørdur á Jet Propulsin Labratory hjá NASA í USA. Sjey høvuðsvísindatól eru á honum. Hesi er sergjørt til at kanna økið og jarðfrøðina kring Jezero goskoppin.
    Hann er útgjørdur við 23 myndatólum og tveimum mikrofonum. Eisini hevur hann eina dronu, eina lítla tyrlu við sum eitur Ingenuity.
    Rovarin er útgjørdur við einum robotarmi, sum hevur fimm lið og er 2,1 metur langur. Við endan á hesum robotarmi sita fleiri tól, millum annað sera tøkniligi skannarin, sum David hevur staðið á odda fyri.
    Streymur kemur frá einum lítlum kjarnorkuverki, ið fær orkuna frá 4,8 kg av plutonium. Kjarnorkuverkið kann veita steym í 14 ár.
    Rannsóknarferðin hjá Perseverance er í stuttum:
    at kanna og kortleggja jarðfrøðina á Mars.
    kanna møgulig støð, har lív kann hava verið í fyrndini.
    kanna um tað sæst onkur steinrenning ella tekin frá hesum møguliga fornaldarlívi.
    taka áhugaverdar steinar, við møguligum steinrenningum og konservera teir í einum hylki, sum eitt rúmdarfar seinni kann fara eftir og føra til jørðina til víðari gransking.
    kanna um tað ber til at framleiða orku úr lofthavinum á Mars, sum ein liður í fyrireikingini til mannaðar ferðir til Mars einaferð í framtíðini.
    46 min
  • Útsýni (5:5)
    Vísindasøgurnar í hesu sending eru um:
    At smør er sunnari at nýta í matgerð enn plantuoljur.
    At astronomar halda at har er ein tígginda gongustjørna har úti onkustaðni.
    At ljós ávirkar tunglyndi.
    At granskarar hava kannað hvat feilar Darth Vader.
    At samband ikki er millum mettað feitt og hjarta- og æðrasjúkur.
    Og so fáa vit eisini at vita hvussu ofta seingjarklæðini skulu vaskast.
    Lurta eftir sendingini her.
    54 min
  • Útsýni (4:5)
    Vísindasøgurnar í hesu sending eru um:
    At appelsingular gularøtur eru tær sunnastu.
    At tað er ov vandamikið at vera ov feitur.
    At gransking vísir, at kettur eru høgralabbaðar.
    At osonlagið lekist.
    At løgin signal úr rúmdini møguliga koma frá neutronstjørnum.
    Og at vitamin D hevur stóran týdning fyri heilsuna.
    Lurta eftir sendingini her.
    53 min
  • Útsýni (3:5)
    Vísindasøgurnar í hesu sending eru um:
    At gransking vísir, at tað loysir seg at verða fittur.
    At knívurin hjá Tutankhamun kemur úr rúmdini.
    At vísidini siga, at krímsjúkan er verri fyri mannin enn kvinnuna.
    At tað hjálpur ikki heilanum at eta nakað søtt, tá ið ein skal til roynd.
    At aldurin á mammuni hevur fyrimun fyri barnið.
    Og vit hoyra um nakrar uppfinnigar hjá NASA.
    Lurta eftir sendingini her.
    53 min
  • Útsýni (2:5)
    Vísindasøgurnar í hesu sending eru um:
    At tað er ikki heilt vandaleyst at verða veitsluroykjari.
    At ein kúskel ið varð funnin undir Føroyum er av heimsins elstu djórum.
    At heilin hjá mammuni verður ávirkaður í viðgongutíðini
    At sáðgóðskan verður ávirkað av at liggja í fremra buksilummanum.
    Og nakrar mytur, ið samband við viðgongutíð, verða gjøgnumgingnar.
    Lurta eftir sendingini her.
    54 min
  • Útsýni (1:5)
    Vísindasøgurnar í hesu sending eru um:
    At best er fyri pinkubørn at sova hjá mammuni.
    At forndjórini, dinosaurarnir, vóru sera óhepnir á sinni, tá ið ein torusteinur rakti Jørðina.
    At gransking vísir, at tað er ein fyrimunir um skurðlæknin er ein kvinna.
    At fornfrøðingar hava funnið elstu plombaðu tenn.
    Og at rúmdarfrøðingar eru ikki á einum málið um, hvat himmallikamið Oumuamua var fyri nakað.
    Lurta eftir sendingini her.
    51 min
  • Útsýni
    Vísindasøgurnar í hesu sending eru um:
    At best er fyri pinkubørn at sova hjá mammuni.
    At forndjórini, dinosaurarnir, vóru sera óhepnir á sinni, tá ið ein torusteinur rakti Jørðina.
    At gransking vísir, at tað er ein fyrimunir um skurðlæknin er ein kvinna.
    At fornfrøðingar hava funnið elstu plombaðu tenn.
    Og at rúmdarfrøðingar eru ikki á einum málið um, hvat himmallikamið Oumuamua var fyri nakað.
    Lurta eftir sendingini her.
    51 min
  • Søgufrøðingur: Víkingatoftir mitt í Klaksvík
    Tá ið Klaksvíkar Kommuna fór undir at grava út fyri eini býarlund mitt í Klaksvík, kom øði í grindina. Gjørt varð vart við, at fyri langari tíð síðani, vórðu staðfest gomul fornminni undir moldini, og fornminnismynduleikin steðgaði arbeiðinum. Partarnir komu til eina semju, og arbeiðið kundi halda fram.
    Men eru hetta aldargomul fornminni, sum liggja undir moldini Yviri á Grundum, sum økið verður rópt í Klaksvík.
    - Tað vita vit heilt einfalt ikki. Tað kann verða ein víkingatoft, men tað kann eisini verða okkurt annað, sigur Hans Andrias, søgufrøðingur. Hann hevur skrivað bókina, Klakvíkar Søga.
     
    Gomul mynd frá 1898 av Klakvík. Reyði ringurin vísir, hvar Yviri á Grundum er. (Myndin er úr bókini Klaksvíkar Søga)
     
    Komu fram á steinsetingar í 1957
    Tá ið arbeiðsmenn í 1957 í samband við vegagerð skuldu grava eina nýggja veit til Ósanna, komu teir á lagdar steinar og steinsetingar, sum lógu knappan metur undir moldini, greiðir hann frá.
    - Men hvat hetta er fyri nakað, er ikki nágreinað, sigur Hans Andrias.
    Søguligar- og munnligarkeldur vilja verða við, at elsta búseting í Klakvík er í Vági, sum er mitt í býnum í dag. Um tað er rætt, so eru bústaðarleivdirnar, sum eru skrásettar í Yviri á Grundum á Vágsbøi, rættiliga gamlar.
     
    Lutir funnir undir útgrevstirnum í Borðoyavík. Perlan verður mett at verða frá ár 800 (Mynd úr bókini Klaksvíkar Søga)
     
    Víkingalutir frá ár 800 
    Fornfrøðisligur útgrevstur av víkingatoftum í Borðoyavík, fyrst í sjeytiárunum, vísir, at har er talan um sera gamla búseting. Har var millum annað funnin ein perla, ið er tíðarfest til ár 800 - 900. Um fólk eisini tá hava búð í Vági, so er talan um aldargamla búseting.
    - Tí kann har verða talan um eina gomla víkingatoft, sum liggur mitt í Klakvík, sigur Hans Andrias Sølvára.
    Lurta eftir samrøðuni, har hann greiðir frá, hvat man veit um út frá fornfrøðisligum-, munnligum- og skrivligum keldum, hvar tey fyrst fólkini í Bø hava búð.
    16 min

About Vitan

From the publisher's feed

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Evni í sendingini…

More shows like Vitan

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners