Vitan

Vitan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vitan episodes

  • Vitan: Føroyingur navigerar í rúmdini

    Tá ið rúmdarfarið Juno kemur til gongustjørnina Jupiter í summar, hevur NASA roynt ein nýggja stýrisskipan, sum David, saman við øðrum, hevur ment á DTU Space.

     

    Juno áveg til Jupiter (Mynd NASA)

     

    Tað hevur verið ein langt ferð hjá Juno út til Jupiter. Rúmdarfarið hevur ferðast millum jørðina og jupiter í fleiri umførum, har tað bleiv slongt longur og longur út í rúmdina. Á tí eini ferðini á veg innaftur ímóti jørðini, fekk toymið hjá Davidi, loyvið at taka myndir av jørðini og mánanum 3 milliónir kilometrar burturi, og tað var ikki bara bara. Hoyr David greiða frá øllum hesum í sendingini.  

     

    Samandráttur av myndunum av jørðini og mánanum síggjast her:

     

     

    53 min
  • Vitan: Køla likamið, og sáðkyknur bera fiti
    Í 1999 var 29 ára gamla Anna Bågenholm farin at standa á skíð í Norðurnoregi. Veðrið var gott, og hon skíðaði oman eftir einari brekku beint við eina avísaða á.
    Komin nakað oman missir hon balansuna og dettur á ryggin. Hon fer skreiðandi oman eftir brekkuni og út á ta frystu ánna. Knappliga brotnar ísurin, og hon søkkur í ísakaldu ánna.
    Streymurin í ánni dregur hana við sær, og hon verður føst undir ísinum.
    Tvey vinfólk hjá Onnu, sum eisini stóðu á skíð henda dagin, gjørdu skjótt av og royndu at bjarga henni. Tey fingu fatur á beinunum á henni og hildu fast, so hon ikki skuldi verða drigin longur undir ísin, men tey orkaðu ikki at fáa hana leysa.
    Har lá so Anna í ísaøldu ánni. Undir ísinum var ein lummi av luft, har hon kann anda, men eftir 40 minuttum í tí ísakalda vatninum, var hon blivin so køld, at hjartað gavst at sláa.
    Men sjálvt um Anna lá ísaløld undir ísinum við ongum hjartasláttri, so endar søgan um Onnu ikki her.
    Hendingin gav pláss í medisinsku lærubókunum
    Tí tað, sum hendi seinni, gav henni pláss í teimum medisinsku lærubókunum.
    Hvat hendi við Onnu, koma vit aftur til um eina løtu, tí hennara søga gav íblástur hjá nøkrum granskaraum, hvussu ein kann bjarga lív, sjálvt tá ið hjartað er steðgað, og heilin ikki virkar longur.
    Sjálvt um ongi lívstekin koma frá Onnu undir ísinum, halda vinirnir fast, og tað gongur ein góður tími, aðrenn bjargingartyrlan kemur.
    Tá ið Anna Bågenholm umsíðir kemur á sjúkrahús, eru gingnir meira enn tveir tímar, síðan hjartað steðgaði.
    Fingu lív í hana aftur
    Læknarnir royna at blása luft í lunguni og geva henni hjartamassasju fyri, at blóðið skal sirkulera í kroppinum, men vónirnar eru ikki góðar, tí hon sær út til at vera steindeyð.
    Men hóast kroppurin á Onnu er ísakaldur, bara eini 13 hitastig, geva læknarnir ikki upp. Teir halda, at tað ber kanska til at fáa lív í hana aftur og avgera at hita hana spakuliga upp.
    Ógvuliga seint ornar kroppurin, og tá ið kropshitin er komin í hana aftur, fer hjartað at titra, og so knappliga fer tað at sláa.
    Í tríggjar vikur liggur Anna uttan vit, men hjartað og øll gøgnini fara at virka aftur, sum tey skulu.
    Men Anna vaknar aftur, og hóast hon hevur verið "deyð" í meira enn tveir tímar, hevur hon ikki fingið mein.
    Læknavísindini gagnnýtir hendingina
    Tað er henda søgan, sum hevur givið læknum hugskotið at køla kroppin langt niður, tá ið ein skal skurðviðgera ein í hjartað ella líknandi skjótt, t.d. í bráðmóttøkuni.
    Hugskotið er, at tá ið ein skal skurðviðgera skjótt, verður sjúklingurin drenaður fyri blóð, og kalt saltvatn verður sproytað inn í æðrarnar í staðin. Og 20 minuttir seinni er kropshitin komin niður á 10 stig.
    Heilaskaði hendur vanliga eftir góðar fimm minuttir uttan ilt, men í hesum føri ber til at fáa eitt longri skotbrá at skurðviðgera í.
    Men hesa løtuna, meðan kroppurin er køldur niður, slær hjartað ikki, og heilin er eisini óvirkin.
    Tekniskt er ein deyður.
    So tá ið læknarnir eru lidnir við skurðviðgerðina, verður blóðið koyrt í æðrarnar aftur og likamið spakuliga hita uppaftur, og tá ið kropshitin er komin upp á ein ávísan hita, fer hjartað at sláa, og heilin fer at virka normalt aftur, eins og hjá Onnu Bågenholm.
    Hetta er longu roynt, ikki við menniskjum, men við grísum. Tað er amerikanski læknin, Peter Rheel, ið hevur granskað hetta.
    Lurta eftir samrøðuni við Peter Rhee í sendingini.
    Sjúklingar eisini køldir niður í Føroyum
    Hetta er ikki beinleiðis nýtt, ella tað at køla likamið niður verður brúkt í dag. T.d. tá ið mann leggur fólk í eftirgjørda koma, kølir mann tey niður í eini 32-33 hitastig fyri at bjarga heilanum, og kroppurin "lættari" fær komið fyri seg.
    52 min
  • Vitan: Máltøka hjá føroyskum børnum
    Tað er Sissal Maria Rasmussen, ið hevur granskað hvussu føroysk børn málmennast.
    Hon hevur kannað børn í aldrinum átta mánaðir til trý ára gomul. 
    Hennara granskingarverkætlan kallast "Máltøka hjá føroyskum børnum"
    Lurta eftir sendingini, og fá at vita hvussu føroysk børn mennast málsliga, og hvat tað fyrsta orðið er, sum føroysk børn duga at siga.
    48 min
  • Vitan: Leitanin eftir víkingagravum í Føroyum
    Tað er Ann Sølvia Lydersen Jacobsen, fornfrøðingur, ið hevur fingið játtað pengar til eina trý ára ph.d verkætlan, har hon skal granska norðoyggjarnar, fyri at vita, um man kann skráseta fornar búsetingar har og samstundis finna fornar gravir.
    Reyði ringurin vísur, hvar víkingagravirnar í Tjørnuvík vóru funnar og grivnar út í fimtiárunum, sí mynd niðanfyri:
     
    Í sendingini greiðir Simun Arge, fornfrøðingur og granskari, frá fornu gravunum í Tjørnuvík og á Sandi. Hvat man hevur funnið og hvørjar vónirnar eru at finna nýggjar fornar gravir í Føroyum. 
    Eisini hoyra vit brot úr gamlari samrøðu við Sverra Dahl, sála, ið stóð fyri útgrevstrinum í Tjørnuvík
     
    Soleiðis sær út í Tjørnuvík í dag, har víkingarnir lógu grivnir, sí mynd niðanfyri:
     
    Um tú vil hoyra alla samrøðuna sum Niels Juel Arge hevði við Sverra Dahl, trýst HER
     
    Veist tú um, ella hevur hoyrt onkran siga frá um fornar búsetingar ella líknandi, so vil Ann Sølvia fegin hoyra frá tær. Skriva til [email protected]
    1 hr
  • Homo Naledi, Jóhannes Doyparin og eggjastøddir
    Magnus Gaard, lívfrøðingur, greiðir frá áhugaverda og spennandi fundinum av Homo Naledi, ein sera gamal ættfaðir til menniskja, Homo Sapiens. 
    Eisini verður tosað við danska professaran í evulitiónlívfrøði Eske Willerslev, um fundi av eini beinagrind undir eini gamlari kirkju í Bulgaria, sum skuldi vísa seg, at verða leivdirnar eftir einum kendum bíbilskum persóni, Jóhannes Doyparanum. 
    Og seinast í sendingni verður tosað við fuglafrøðingin Sjúrð Hammer, sum skal halda fyrilestur á altjóða fuglaráðstevnu í Suðurafrika. Sjúrður hevur granskað umleið 10.000 fuglaegg. Egg heilt frá 1820 og til dagin í dag.
    Lurta eftir sendingini her.
    55 min
  • Vitan: Hvalateljingar
    Hetta eru tvey av evnunum í sendingini Vitan hesaferð. Iris Thomsen, havsúgdjóralívfrøðingur var í 2014 niðri á Falklandsoyggjunum og samskipaði ta fyrstu hvalateljingina nakrantíð har. Hon greiðir frá, hvussu tað var at verða har, um oyggjarnar og hvussu hvalateljingin var løgd til rættis. 
    Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, samskipaði í summar føroyska partin, í stórari hvalateljing í norðuratlantshavinum. Føroyar luttók saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi og greiðir Bjarni frá, hvussu hetta varð samskipað, hvussu tey taldu hval og hvussu merkingarnar á grindahvali hevur riggað. 
    Hoyr eisini Rógva Biskupstø greiða frá, hvussu tað kom í lag, at hann sum lesandi kom at halda ein fyrilestur á eini granskingarráðstevnu í Keypmannahavn.
    Lurta eftir sendingini her.
    53 min
  • Vitan: PKU vs CTD
    Tað er longu fleiri ár síðan, at lækni Ulrika Steuerwald vísti á, at PKU royndin ikki fangar øll pinkubørn við CTD.
    PKU er blóðroynd, ið verður tikin av øllum pinkubørnum nakara fáa tímar eftir at tey eru fødd. Tey verða kanna fyri 16 ymiskar viðføddar sjúkur, har millum CTD.
     
    PKU fangar ikki CTD
    Men PKU fangar ikki CTD hjá pinkubørnum, og tí er ætlanin, at øll pinkubørn í Føroyum skulu ílegukannast fyri ílegusjúkuna CTD í framtíðini.
    Hagtøl vísa, at tað eru pinkubørn ið ikki verða fangað við PKU royndini. Umleið 600 børn verða fødd í Føroyum um árið, og roynt statistiskt so hava eini 2-3 av teimum pinkubørnum CTD.
     
    Fá pinkubørn fáa staðfest CTD
    Síðan 2013 hevur onki pinkubarn fingið staðfest CTD og bert seks síðan 2010. So út frá hagtølinum, so eru smábørn har úti, ið hava CTD, men ikki fáa viðgerð fyri sjúkuna.
    Í sendingini greiða læknanir Ulrika Steuerwald og Jan Rasmussen frá sjúkuni CTD, og mammurnar Paula Nicolajsen og Sunneva M. Jensen fortelja hvussu tað var at fáa barn við CTD og hvussu barnið hevur tað í dag.
    Lurta eftir sendingini. 
     
    Meiri kunning um CTD, trýst HER
    Heimasíðan hjá CTD felaginum, trýst HER
     
    Á hesum støðum kanst tú lata teg kanna fyri CTD: 
     
    Landssjúkrahúsið: 
    Ambulatoriið (tann blái bygningurin)
    Mánadag -fríggjadag millum kl. 8-11
    Klaksvíkar Sjúkrahús
    mánadag - fríggjadag millum kl. 8-10
    - Á læknamiðstøðini í Gøtu
    Hósdag millum kl. 08.15 - 09.30
    Suðuroyar Sjúkrahús
    Mánadag - fríggjadag millum kl. 8-13
    - Á heilsumiðstøðini á Vági
    Týsdag og hósdag millum kl. 9-11
    54 min

About Vitan

From the publisher's feed

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Evni í sendingini…

More shows like Vitan

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners