Vitan

Vitan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vitan episodes

  • Vitan: El Niño vs tosk
    El Niño er partur av veðurlagsfyribrigdinum "ENSO" (El Niño - Southern Oscillation) í tropiska partinum av Kyrrahavinum, og fevnir um broytingar bæði í havinum og luftini. Ein stórur partur av Kyrrahavinum gerst væl heitari tá El Niño er, og hetta sæst aftur í øktum miðalhita á jørðini. Tann øvugta støðan, við einum kaldari Kyrrahavi, verður nevnd La Niña.
     
    Greinin heldur fram undir myndini.
    Mynd av tí sera máttmiklu El Niño í 1998 (mynd: Havstovan)
    Í sendingini Vitan, fara Osmund Justinussen, Hjálmar Hátún og Hanus Kjølbro, at greiða frá ENSO og tess møguligu ávirkan á veðrið og harvið havumhvørvið kring Føroyar. Osmundur hevur lagt til merkist, at tíðarskeið við máttmiklum El Niño falla saman við góðum botnfiskiskapi undir Føroyum. Eftir nøkur ár við vánaligum fiskiskapi, fáa bátarnir stóran og feitan tosk mitt í øllum. Er hetta verðuliga so, og hvussu kunnu ENSO og toskaveiða hanga saman?
     
    El Niño er sera máttmikil í ár, og tískil verður spennandi at fylgja við gongdini í fiskiskapinum.
     
    Stabbamynd av samanhangi millum El Niño, La Niña og vøkstur hjá toski:
    Mynd: Hjálmar Hátún / Havstovan
     
    Les grein sum Hjálmar Hátún hevur skrivað um El Niño, La Niña og tosk í Sjóvarmál. Trýst her
     
    Trýst á leinki, so sært tú hvussu jetstreymarnir hátta sær beint nú. Trýst her
     
    Jetstreymarnir 15.09.2015
    51 min
  • Vitan: Eru vit einsamøll?
    Lurta eftir sendingini her
     
    Í samband við sendingina, vóru fleiri samrøður gjørdar. Fleiri av teimum vóru ikki brúktar í sendingini. Men hevur tú áhuga í hesum evnið, so kanst tú hoyra samrøðurnar, vit at trýsta á leinki niðanfyri.
     
    Leinki: 
    Samrøða við Ben Zucherman
    Samrøða við Steve Howell
    Samrøða við Stephen Kane
    Samrøða við Ed Turner
    Hátøknulig tól, royndarkoyrd í Føroyum
    Samrøða um rúmdarbilin Curiosity
    53 min
  • Vitan: Turrir brunnar, hvat nú?
    Hetta er spurningurin, ið vit seta í sendingini VItan hesaferð.
    Níggju brunnar eru boraðir í Føroysku undirgrundina. Spor eftir kolvetnið er funnið, men ongastaðini verður tað mett at verða ragstrarverdugt.
    Vónirnar um eitt føroyskt oljuævintýr eru fánaðar og hugsandi er, at tað fer at ganga long tíð, aðrenn nakað oljufelag torir at seta borin í føroysku undirgrundina aftur.
    Men olja og gass er funnið í føroysku undirgrundini. Fleiri milliónir tunnir av olju eru í Marjun brunninum og Ann Mari brunnurin er fullur av gassi.
    Hví verður hetta ikki útvunnið?
    Tí føroyska jarðfrøðin er ikki so løtt at skilja. Hon passar ikki heilt einfalt ikki inn í nakran leitimyndil, ella leitimodel.
    Hetta er tað, sum føroyskir jarðfrøðingar arbeiða við at skilja betur í hesum døgum.
    Lurta eftir sendingini Vitan og fá meira at vita um føroysku undirgrundina og jarðfrøðina.
    56 min
  • Vitan: Lívfrøðiligt margfeldi í Føroyum (2:2)
    Bergur Olsen, fuglafrøðingur, greiða frá støðuni hjá sjófuglinum, Erla Olsen, námslektari á setrinum greiðir frá um lívfrøðiligt margfeldi í mold.
    Rólvur Djurhuus, landbúnaðarfrøðingur, heldur fyrilestur um lendisnýtslu, landbúnað og seyðabit í Føroyum. Seinasti fyrilestrarhaldari er Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, ið heldur ein fyrilestur um vantandi dagføringum av haga- og matrikullógavunum.
    51 min
  • Vitan: Lívfrøðiligt margfeldi í Føroyum (1:2)
    Hetta er fyrsta sendingin, har vit fara at senda fyrilestrar, sum vóru hildnir á ráðstevnuni Lívfrøðiligt Margfeldi, støðulýsing og gransking. Anna Maria Fosaa, ph.d. í plantuvistfrøði og leiðari á Náttúrugripasavninum, greiðir frá lívfrøðiliga margfeldinum í Føroyum.
    Jens Kjeld Jensen, náttúrumaður, hevur ein fyrilestur um støðuna hjá hagafuglinum í Føroyum, við støði i Nólsoynni. Janus Hansen, djórfrøðingur og deildarleiðari á Náttúrugripasavninum, gevur eina margfeldislýsing av skordýrum í Føroyum. Hoyr sendingina her.
    50 min

About Vitan

From the publisher's feed

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Evni í sendingini…

More shows like Vitan

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners