Vitan

Vitan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vitan episodes

  • Magnetiski norðpólurin hevur kós móti Sibiria
    Í fleiri túsund ár hevur kumpasnálin peikað móti einum øki í norður Kanada, har tann magnetiski norðpólurin hevur verið staðsettur.
    Men seinastu árini er ein broyting hend. Magnetiski norðpólurin flytur seg og hevur í dag beina kós móti Sibiria.
    - Vit hava eygleitt, at magnetiski norðpólurin flytur seg einar 50 - 60 kilometrar um árið, sigur Nils Olsen, professari á DTU.
    - Og heldur gongdin fram, so peikar kumpasnálin um eini 25 ár móti Sibiria, leggur hann afturat.
     
    Síðan 2000 hevur magnetiski norðpólurin havt beina kós móti Sibiria. Størri mynd, trýst HER (Mynd ESA, Grafik, Petra Eliasdóttir Mikkelsen)
    Ferð kom á í 1990
    Síðan man fór undir at eygleiða magnetiska norðpólin í um miðjuna á 1800talinum, hevur hann flutt seg í miðal 10 kilometrar um árið. Men í 1990 kom ferð á.
    Síðan 2002 hevur hann flutt seg 50-60 kilometrar um árið, og í dag er magnetiski norðpólurin nakrar fáar hundrað kilometrar frá tí geografiska norðpólinum.
    - Hví hann flytur seg, tað vita vit heilt einfalt ikki, sigur Nils Olsen.
    Mátistøð stendur í Føroyum
    Ein mátistøð, sum granskararnir brúka, stendur í Føroyum. Hon varð sett upp í Suðuroynni, í Hovi, fyri nøkrum fáum árum síðani.
    - Vit hava fingið tær fyrstu mátingarnar úr Hovi. Ùrslitini eru góð, og mátistøðin sær út til at rigga væl, sigur Nils Olsen.
    Lurta eftir samrøðuni, har Nils Olsen greiðir frá um tann magnetiska norðpólin, og um tað skjótt fer at henda ein sokallað pól-snaran.
     
    Magnetstrálurnar strálar úr Suðurpólinum, snara um jørðina og verða beindar niður aftur við Norðpólin
    (Keldur: Berlingske.dk, fysikleksikon.dk, rummet.dk)
    12 min
  • Fara at avdúka ílegu-søguna hjá víkingum í Útnorði
    Tað eru vísindafólk frá Center for Geogenetik á Statens Naturhistoriske Museer í Keypmannahavn sum standa fyri hesi gransking. 
    Verkætlanin ber heitið “Population Genomics of Vikings”. Evnið, verkætlanin viðgerð, er at avdúka ílegu-søguna hjá víkingum og farleiðum teirra í Útnorði í 8-12. øld.
    Ætlanin er í høvuðsheitum at kanna og staðseta ílegurnar hjá niðursetumonnunum í Útnorðri.
     
    Granskararnir taka sýnir úr gomlu beinagrindunum (Mynd: Søvn Landsins)
     
    Víkingarnir eru kendir fyri ferðirnar, teir gjørdu úr heimlondunum í Skandinaviu, og har teir spjaddust víða um lond – ferðir, ið tóku seg upp einaferð í 8. øld. Víðakendur er týdningurin, hesar fólkaflytingar fingu næstu mongu hundrað árini fyri londini, har teir settu búgv.
    Fornfrøðiliga eins og søguliga finnast nógvir upplýsingar um víkingarnar, men tað er ikki altíð, at hesar heimildir geva okkum meiri ítøkiligar upplýsingar um leiðirnar, teir ferðaðust, nær hesar fóru fram, og fyri ikki at tosa um, hvussu víkingarnir samskiftu og blandaðu seg við grannafólkini.
     
    Skøltur verður avmyndaður, tí útsjóndin skal endurskapast (Mynd: Kringvarp Føroya)
     
    Á Fornminnissavninum eru útvald væl varðveitt mannabein og tenn av elstu beinagrindum, ið til eru her í oyggjunum, og sum hava ligið á goymslu savnsins. Beinagrindirnar, haðani sýni vórðu tikin, stava frá trimum fornfrøðiligum rannsóknum – frá víkingaaldar grevstrinum Yviri í Trøð í Tjørnuvík, sum fór fram í 1950-árunum, úr sóknarkirkjuni í Kirkjubø í 1960-árunum, og úr kirkjuni heima á Sandi í 1969.
    Úrslitini eru ikki tøk enn, men vónandi verða tey tað í hesum árinum. 
    Eitt nú verður áhugavert at tað fer at bera til at síggja, hvussu hesu fólkini sóu út, húð- hár- og eygnalit. 
    Lurta eftir samrøðuni við granskaran Ashot Margaryan og fornfrøðingin Símun V. Arge. 
    Kelda: Søvn Landsins
    21 min
  • Skyldskapur er tættur í Føroyum
    Ílegusavnið hevur gjørt ein ættarbándsskrá, har allir føroyingar, sum hava livað og búgva í Føroyum í dag, eru skrásettir.
    158000 fólk hevur tað borið til at skrásett, frá ár 1100 til dagin í dag.
    Í hesu ættarbandsskrá, er nógv áhugavert at síggja. Millum annað, at 149000, av teimum 158000 føroyingunum, eru øll í familju við ein mann, og ein kvinna, sum átti sítt fyrsta barn í 1880, hevur í dag 3474 eftirkomarar.
    Lurta eftir samrøðuni við Guðrið Andorsdóttir, stjóra á ílegusavninum, og tættan skyldskap og áhugaverdu ílegurnar hjá okkum føroyingum.
    17 min
  • Elisabet hevur kortlagt silvurfiskin
    Silvurfiskurin er eitt fyrndargamalt vongleyst skordjór, ið mentist fyri uml. 400 milliónum árum síðani.
    Skordýrið er vanligt í Føroyum og trívist best har tað er heitt og slavið.
    Tí er silvurfiskur oftast at finna í baðirúminum, undir køksvaskinum og í kjallarum.
     
    Silvurfiskar, sum Elisabet hevur fangað og granskað (Mynd: Elisabet Thomsen)
     
    Silvurfiskur er ljósskjarur og flýggjar ella situr pinnastillur, so skjótt sum ljósið verður tendrað.
    Silvurfiskur heldur til í rivum og holum og er sera kravlítil. Hann kann liva í fleiri mánaðir uttan at eta.
    Silvurfiskinum dámar alt, ið hevur sukur og stívilsi í sær, so sum tapetklistur. Eisini kann hann eta pappír og klæði, tí er silvurfiskur mettur sum eitt skaðadjór.
    Tað skal tó sigast, at vanliga er hann ikki til ampa í húsunum, har teir liva. Silvurfiskur er eitt heilt friðarligt "húsdjór"
     
    Elisabet í gongd við at kortleggja arvamassan hjá silvurfiskinum (Mynd: Elisabet Thomsen)
     
    Silvurfiskurin er sera áhugaverdur, og kortlegging av arvamassanum, kann avdúka spennandi biokemiskar eginleikar hjá hesum frumdjóri. Og hesar eginleikar kunnu vit menniskju gagnnýta. Hvussu?
    Lurta eftir samrøðuni við Elisabet Thomsen, mýlalívfrøði-lesandi á Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur arbeitt við hesu verkætlan. Hon greiðir frá verkætlanini og hvat vitanin um silvurfiskin kann brúkast til?
     
    Nærmynd av einum silvurfiski sættur gjøgnum eitt stereoscope (Mynd: Elisabet Thomsen)
    Kelda: Frøði, Dorete Block um silvurfiskin
    14 min
  • Vitan: Føroya demografi fra midøld til nútið
    - Í næstan 500 ár búði nøkur heilt fá túsund fólk í Føroyum, greiðir Hans Pauli Strøm frá.
    Hann starvast, sum sosiologur á Hagstovuni, og hann hevur hugt at, hvussu og hví okkara fólkasøga er komin at síggja soleiðis út. 
    - Tað var ikki fyrr enn í seinnu helvt av 1700talinum, og fólkatalið byrjaði so smátt at kvinka uppeftir, men tað var ikki fyrr enn í 19. øld at rættligur fólkavøkstur kom, sigur Hans Pauli.
    Hvussu og hví so er, greiðir Hans Pauli Strøm frá í sendingini.
     
    Fólkatalið í Føroyum frá 1350 til dagin í dag
    56 min
  • Vitan: »Fyrstu føroyingarnir«
    Í 2015 vóru nakrir útlendskir granskarar í Føroyum, og tóku kjarnuroyndir úr fimm ymiskum vøtnum.
    - Við at kanna kjarnuroyndirnar, kunnu vit siga, nær seyður og harvið eisini fólk komu til Føroyar, sigur professarin í jarðarvísindum Raymond Bradley. 
    Tey hava borað tríggjar metrar niður í fimm ymisk vøtn í Føroyum, Eiðisvatn, Saksunarvatn, Sandsvatn, Gróthúsvatn og Stóravatn, umfram at ein kjarnuboring varð gjørd í Tjørnuvík.
    Niðast í hesum kjarnuboringum finna tey eitt tjúkt øskulag, sum kann tíðarfestast til at verða 10.300 ára gamalt. Hetta er eitt kent øskulag, rópt Saksunarvatnøskulagið, sum finst um alt evropa, og varð fyri fyrstu ferð funnið í Føroyum.
    Tí kunnu hesar jarnuboringarnar siga ein part av okkara søgu, heili 10.300 ár aftur í tíðina.
     
    Granskarar taka kjarnuroyndir
     
    - Vit fara at kanna, hvussu veðurlagið hevur verið í Føroyum, seinastu 10.000 árini, sigur Raymond.
    Hann hevur fingið íblástur til hesa granskingarverkæltan, frá yvir 40 ára gomlu umstríddu ástøðini, hjá plantufrøðinginum Jóhannesi Johansen, ið segði, at fólk var í Føroyum ár 2300 fyri Kristi føðing. 
    Jóhannes bygdi sítt ástøði, við at kanna sáði frá jóansøkugrásið, ið sigst at spreiða seg við húsdjórum og fólkið. Hann kundi staðfesta, at jóansøkugras kom til Føroyar fleiri túsund ár fyri landnám, og harvið eisini húsdjór og menniskju. 
     
    Tey gera kjarnuboringar í gróthúsvatn
     
    - Enn kunnu vit onki siga, men longu nú síggja vit okkurt áhugavert í kjarnuroyndunum, sigur Raymond Bradley, ið vónar, at kunna koma við úrslitum einaferð seinni í ár. 
    Í sendingini hoyra vit um ástøði hjá Jóhannes, tosað verður við Raymond Bradley, Una Aarting og Símun Arge.
    Lurta eftir sendingini her:
    50 min
  • Vísindavøkan 2016 (2:2)
    Í hesi sending, senda vit tveir fyrilestrar, ið vóru hildnir á Vísindavøkuni 2016, sum granskingarráðið skipaði fyri.
    Tann fyrri er um, hvussu vit menna burðardygt seyðahald í Føroyum. Jens Ivan í Gerðunum, frá búnaðarstovuni, heldur fyrilesturin.
    Tann seinni er um økokritikk í bókmentum. Bergur Djurhuus Hansen, sum starvast á Føroyamálsdeildnini á Fróðskaparsetrinum, heldur fyrilesturin og hevur hann fingið heitið: Náttúran hevnir seg, Økokritikkur í bókmentum
    Lurta eftir sendingini
    49 min
  • Vísindavøkan 2016 (1:2)
    Í hesi sending verða tríggir fyrilestrar sendir, ið vóru hildnir á Vísindavøkuni 2016, sum granskingarráðið skipaði fyri.
    Tann fyrsti fyrilesturin, er um grøna elframleiðslu og orkugoymslur.
    Annar fyrilesturin eru um varandi orkukeldur -visión Føroyar 2030 og tann triðji og seinasti, er um framtíðartankar hjá føroyskum ungdómi.
    Tey ið halda fyrilestrarnar er:
    Bjarti Thomsen, ið starvast á umhvørvisstovuni, heldur fyrilesturin við heitinum Grøn elframleiðsla og orkugoymslur.
    Lau Blaxekjer, lærari á søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, heldur fyrilesturin um visiónina at gagnnýtan varandi orkukeldurnar í Føroyum.
    Og Firouz Gainin, lærari á søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, heldur fyrilestur um framtíðartankar hjá føroyskum ungdómi.
    Lurta eftir sendingini her:
    55 min
  • Vitan: Fólk hava ilt við at trúgva vísindunum
    Eitt lítið fet hjá einum menniskja, men eitt stórt fet hjá mannaættini. Kendu orðini hjá rúmdarmanninum Neil Armstrong, tá hann í juli mánaði 1969 sum fyrsta menniskja nakrantíð setti fótin á Mánan.
    Ella gjørdi hann nú tað?
    Skeptikarar hava leingi hildið uppá, at mánaferðirnar ongantíð vóru gjørdar, og mánalendingin varð filmað í einum studio.
    Hóast meira enn 100.000 fólk arbeiddu við Apolloætlanini, og Neil og teir eru komnir aftur av Mánanum við yvir 400 kiloum av mánasteinum, so eru mong ivingarsom.
    Hvussu kundi flaggið blaktra á Mánanum í ongum lofthavi? Hvussu kundi skuggar liggja í ymsar ættir, tá tað á Mánanum bara er ein ljóskelda, nevniliga sólin? Hví eru ongar stjørnur á myndunum, ið vórðu tiknar á Mánanum?
    Amerikanski rúmdarstovnurin hevur fleiri ferðir víst hesum spurningum aftur við vísindaligum prógvum, og hóast ein fylgisveinur hevur verið uppi á Mánanum og tikið myndir av staðnum, har Apollo lendi og Neil og teir gingu ella koyrdu við mánabilinum, so er tað ein rúgva av fólkið, ið sigur: Vit trúgva tykkum ikki!
     
    Greinin heldur fram niðanfyri myndina
    Skeptikarar spyrja, hví eru ongar stjørnur á myndunum, ið vóru tiknar uppi á mánanum?
     
     
    Vit liva í eini tíð, her allur hugsandi vísindaligur kunnleiki - frá próvnum um at evulotión er veruleiki, og veðurlagsbroytingar eru hvønn dag - er fyri skipaðari og ofta ørligari mótstøðu.
    Styrkt av egnum upplýsingum og egnum útleggingum av granskingarúrslitum, hava tey, sum ivast, sett seg upp ímóti serfrøðini.
    Í dag eru so nógv menniskju, sum ivast, tí sum vísindini siga, at mann kann næstan siga, at talan er um eitt rák ella ein trend í dag - á alnetinum, í bókum og akademiskum ráðstevnum ? at ivasemi um vísindi er vorðin ein grundhugsan millum nógv fólk.
    Hugsa vit um tað, so er hetta ikki so undrunarvert. Okkara lív er gjøgnumseyrað av vísindum og tøkni sum ongantíð fyrr. Fyri mong okkara er henda nýggja verðin hugtakandi og tryggjar menniskjanum framburð - men samstundis eru vísindini eisini fløkt og við hvørt ørkymlandi.
    Vit standa andlit til andlits við vandar, sum vit ikki so lætt duga at greina.
     
    Vandaleyst at eta ílegubroyttan mat
    Vit verða til dømis biðin um at góðtaka, at tað er vandaleyst at eta mat, sum hevur í sær genetiskt modifiseraðar organismur (GMO), tí vísindafólk vísa á, at eingi prógv eru fyri, at tað at broyta gen í einum laboratorium er hættisligari enn at broyta tey við vanligari nøring.
    Verðin er full av veruligum og hugsaðum vandum, og at skilja tað fyrra frá tí seinna er ikki lætt.
    Skuldu vit verið bangin fyri, at Ebola-virussið, sum bara smittar gjøgnum kropsvætu fer at broytast til eina luftborna superplágu? Vísindafólk siga, at tað er sera ósannlíkt. Einki virus hevur nakrantíð grundleggjandi púra broytt sítt spjaðingarmynstur millum menniskju, og tað eru eingi prógv fyri, at Ebola-virussið er nakað øðrvísi.
    Men leitar tú á alnetinum at vita, um Ebola-virussið er luftborið, finnur tú fult av greinum, ið siga at so er, og at hetta virus hevur næstan yvirnatúrligar kreftir, harímillum megina at drepa okkum øll.
    Í hesi ørkymlandi verðini mugu vit gera av, hvørjum vit trúgva, og hvussu vit skulu bera okkum at.
    Í veruleikanum er tað tað, sum vísindini eru til fyri. "Vísindi er ikki ein røð av fakta" sigur Marcia McNutt, ið stjórnar vísindablaðnum Science. "Vísindi er ein máti at avgera, um tað, sum vit trúgva er grundað á náttúrulógurnar ella ikki." Men hetta er ikki lætt at skilja, og tí fáa vísindini mótspæl ferð eftir ferð.
    51 min

About Vitan

From the publisher's feed

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Evni í sendingini…

More shows like Vitan

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners