Magnus Gaard, lívfrøðingur, greiðir frá áhugaverda og spennandi fundinum av Homo Naledi, ein sera gamal ættfaðir til menniskja, Homo Sapiens.
Eisini verður tosað við danska professaran í evulitiónlívfrøði Eske Willerslev, um fundi av eini beinagrind undir eini gamlari kirkju í Bulgaria, sum skuldi vísa seg, at verða leivdirnar eftir einum kendum bíbilskum persóni, Jóhannes Doyparanum.
Og seinast í sendingni verður tosað við fuglafrøðingin Sjúrð Hammer, sum skal halda fyrilestur á altjóða fuglaráðstevnu í Suðurafrika. Sjúrður hevur granskað umleið 10.000 fuglaegg. Egg heilt frá 1820 og til dagin í dag.
Lurta eftir sendingini her.