Millum flestu føroyingar er Trøllkonufingur ein nokkso ókendur klettur í Vágum. Men nógv útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroya, hava sæð hann á netinum og vilja við egnum eygum sleppa út at síggja henda spennandi fingur í náttúruni.
Nú var gøtan, har gingið verður út til útsýnisstaðið, so illa slitin, at hon bleiv ein av verkætlanunum í sambandi við Closed for Maintenance-tiltakið hesaferð. Fólk úr nógvum londum hava við kønari vegleiðing arbeitt upp á gøtuna og gjørt hana betri og tryggari.
Í sambandi við Trøllkonufingur eru fleiri spennandi søgur, sum greitt verður frá í sendingin. Ein av teimum, sum greiða frá, er Jóhannus Hansen úr Sandavági, sum saman við øðrum ungum monnum kleiv teir 313 metrarnar upp á toppin á Trøllkonufingri. Og ein annar úr Sandavági, Sigfríður Olsen, greiðir frá umstøðunum í haganum uttan um Trøllkonufingur.
Annars eru tey, sum eru við í sendingini, hesi: Jóhannus Hansen, klintrari, Sigfríður Olsen, sum er eigari í haganum uttan um Trøllkonufingur, Bryndis í Dali, leiðari í Visit Vágum, Búgvi Róin, býargartnari hjá Vága Kommunu, Net Liddle, ið er eitt av útlendsku arbeiðsfólkunum á gøtuni út móti Trøllkonufingri, Eyðun Højgaard, ein av føroyingunum sum arbeiða á gøtuni, og Sólja Fríða Jóanisdóttir, ferðaleiðari.