Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í lembing í Skarðhaga


Listen Later

Røktingarmenninir í Skarðhaga fylgja væl við seyðinum meðan lembingin fer fram. Teir eru tveir. 87 ára gamli Símun Hans Jacobsen hevur røktað her síðani 1966, og fyri 10 árum síðani tók tann nú 64 ára gamli Jákup Pauli E. Johannesen við eftir pápabeiggjan Hanna, sum í mong ár hevði røktað saman við Símun Hans.
 
Skarðhagi er ein av átta hagapørtum í Fuglafirði og ein tann størsti við 300 áseyðum.
Símun Hans tekur sær serliga av seyðinum, sum leitar sær oman í seyðhúsini á Hellunum. Hesa tíðina gongur hann allan dagin millum seyðin og hann er eisini tøkur um náttina um á stendur.
-Eg eri vandur við seyð frá barni av og var unglingi, tá eg fór at røkta heimbygdini á Syðradali í Kalsoynni. Henda tíðin av árinum er serliga spennandi og lagið er gott tá tað gongur væl. Seyður hevur so stóran týdning fyri meg, og eg vóni at fáa eini tvey ella trý ár afturat í røktini, sigur Símun Hans.
Jákup Pauli E. Johannesen er eisini vaksin upp við seyði frá barnsbeini av. Hann veit einki betri enn at fara í hagan at hyggja eftir seyði tá arbeiðsdagurin er av. Meðan lembingin fer fram, hava teir báðir røktingarmenninir øll tey nýlembdu lombini á hondum og marka tey.
-Seyðaáhugin er eisini at uppliva náttúruna. Ein hagatúrur er ómetaliga ríkur, tí tú upplivir náttúruna og alt lívið í henni og bæði djóra- og fuglalív. Tað er einki minni enn balsam fyri sálina, sigur Jákup Pauli E. Johannesen.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Við Tórði á túriBy Kringvarp Føroya


More shows like Við Tórði á túri

View all
Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners