Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun
    1. september eru 40 ár liðin síðani Karin Sólsker og Vera Larsen fóru í læru sum hárfríðkanarkvinnur.
    Hví valdu tær hesa útbúgvingina og í hvønn mun er hárfríðkanaryrkið broytt hesi árini er millum spurningarnar, vit spyrja tær.
    Eitt av teimum spennandi tiltøkunum á Sjómannadegnum í Klaksvík hesaferð var ein kokkakapping fyri ungar kokkar undir 24 ár. Hetta er ein norðurlendsk kapping, sum NORA upprunaliga tók stig til, men sum kokkaútbúgvingin á Tekniska Skúla í Klaksvík nú skipar fyri.
    Leygardagin vóru FLEIRI 1000 áskoðarar tá ungu kokkarnir arbeiddu, og tey sum skipa fyri ivast ikki í, at kappingin fer at økja um áhugan hjá ungum og børnum at gerast kokkur.
    Sjómannadagarnir vóru í farnu viku, og Tórður Mikkelsen mynstraði umborð á Westward Ho í Leirvík og var við til Klaksvíkar leygarmorgunin.
    55 min
  • Ungir kokkar kappast á Sjómannadegnum
    Sjey ungir kokkar undir 24 ár fara at kappast í einum tjaldi á Sjómannadegnum í morgin. Hendan kappingin er liður í einari størri norðurlendskari kapping fyri ungar kokkar.
    Andras Sigmarsson Jacobsen, sum er leiðari fyri matvøruútbúgvingina á Tekniska skúla í Klaksvík og samskipar hesa kappingina, sigur, at talan er um eina norðurlendska kapping fyri ungar kokkar, ið NORA tók stig til fyri tveimum árum síðani, og nú er stafettin latin Tekniska skúla í Klaksvík.
    Sjey eru við i hesari kappingini, sum fer fram í stóra tjaldinum á Sjómannadegnum í morgin. Fólk hava høvi at fylgja við meðan teir arbeiða.
    -Meiningin við hesari kappingini er eisini at varpa ljós á rávøru, sum vit brúka ov lítið av í Føroyum. Og nú Sjómannadagur er, hava vit gjørt av at brúka fisk, og tað verður havtaska og blálonga. Tað eru tvey fiskasløg, sum ikki øll hava roynt. Áhugavert verður at síggja hvat ungu kokkarnir fara at finna uppá, sigur Andras
    -Eg eri eitt sindur nervøsur, men eg eri klárur til í morgin, sigur ungi kokkurin, Mogens Højsted úr Klaksvík, sum er ein av teimum sjey. Honum dámar væl at brúka fisk sum rávøru og grønmeti afturvið. Og tað sleppur hann til fulnar í morgin.
    Mogens sigur, at havtaska er eitt serstakt fiskaslag og líkist ongum øðrum. Og blálonga er ógviliga lítið brúkt, men er ein leskiligur fiskur, sum er bæði mildur og moyrur.
    Kappingin byrjar kl. 9.00 í morginári og tað verða 10 minuttir ímillum at kokkarnir fara í gongd. Tann seinasti verður eftir ætlanini liðugur kl. 15.20, og so verður kunngjørt á stóra palli hvør hevur vunnið. Vinnarin fer víðari til eina finalu í Íslandi tíðliga næsta ár. 
    Nógvir kokkar í Føroyum eru útlendingar og teir gera eitt gott arbeiði, men Andras Sigmarsson Jacobsen dylur ikki fyri, at eitt av endamálunum við kappingini er at fáa fleiri ungar føroyingar at blíva kokkar.
    6 min
  • Fólk eru góð við Sjómannadagin
    Á hvørjum ári síðani 2005 hevur sjómannadagur verið hildin í Klaksvík. Tey fyrstu árini var tiltakið á Stongunum, men síðani 2014 hava øll felagstiltøkini verið á vestursíðuni.
    -Fólk eru góð við Sjómannadagin og vælvildin er stór . Nógv fólk brúka eitt ótal av tímum at hjálpa til. Hjá okkum í nevndini er tað mangan nóg mikið við einari telefonsamtalu, og so fara fólk og fyritøkur í gongd við síni tiltøk, sigur Eyðstein Poulsen, formaður í nevndini fyri Føroya Sjómannadag. 
    -Tað hugaliga er at alt er ókeypis og tað hevur frá fyrsta degi verið eitt mál.
    Eyðstein Poulsen heldur at Sjómannadagurin varpar ljós á fiskivinnuna og sjóvinnuna.
    -Nú eri eg sjálvur lærari og vit síggja, at miðnámsskúlar og stovnar koma inn í skúlan tá tað nærkast summarferiuni fyri at kunna um tað tað tey hava at bjóða. Vit síggja lítið til vinnuna, og tí kemur Sjómannadagurin væl við, sigur Eyðstein.
    Hann sigur, at Sjómannadagurin hevur roynt at vera traditionellur, men kortini eru altíð onkur nýggj ting á skránni. Og tað sær út til at tey hava rakt rætt, tí fleiri og fleiri fólk koma á hvørjum ári til Klaksvíkar úr øllum landinum.
    -Tað mest umráðandi fyri okkum er, at øll fáa ein góðan dag og fáa innlit í vinnuna, og eg føli at tað eydnast, sigur Eyðstein Poulsen.
    Hoyr her samrøðuna við Eyðstein Poulsen í Summarmorgni.
    11 min
  • Kvinnurnar sleppa at kappast fyri seg
    -Sjómannadagurin hevur týdning fyri Klaksvík og allar Føroyar, og tað er stuttligt at síggja at nógvir útlendingar, sum eru í landinum, eisini møta upp á sjómannadegnum og eisini njóta alt tað sum fæst at eta ókeypis, sigur Rannvá Isaksen, næstforkvinna í nevndini fyri Sjómannadagin í Klaksvík.
    Hesi seinastu árini hevur Sjómannadagurin gjørt meira burtur úr tiltøkum fyri børnunum. Rannvá sigur, at tað er umráðandi at børnini kunnu fáa sínar egnu upplivingar samstundis sum tey vaksnu uppliva sítt.
    -Í fjør var fyrsta árið at kapping var fyri kvinnur at halda dregg. Tað er ikki bara bara, tí tú skalt halda tað beint út frá tær. Tað verður spennandi at vita hvussu nógvar kvinnur møta upp til kappingina. Men eg veit at summar kvinnur hava vant hetta, sigur Rannvá.
    Hon ásannar, at tað hevur ikki verið líka lætt at fáa kvinnur at møta upp sum menn, men nú kapping eisini er fyri kvinnur burturav, sær tað út til at kvinnurnar hava betri hug at møta upp, sigur Rannvá Isaksen.
     
    Lurta eftir samrøðuni Við Rannvu Isaksen her.
    6 min
  • Einki mark fyri hvat ber til í Messuni
    Jórun Gudmundsen er dagligur leiðari í messuni í Sørvági, og hon er fegin um gongdina hesa fyrstu tíðina.
     
    -Tað eru óavmarkaðir møguleikar við húsinum, tí tað er bæði eitt mentanarhús og eitt sjóvinnusavn, sigur Jórun Gudmundsen, leiðari í Messuni.
     
    Hon sigur at ætlanin var ikki at hava húsið sum eina kafé, men hon sá beinanvegin, at neyðugt var at fólk kundu keypa sær ein kaffimunn við onkrum afturvið, og tí vórðu møguleikar gjørdir fyri tí. Og tað hevur serliga drigið nógvar útlendingar, sum fara til Mykinesar og sigla við bátunum til Drangarnar og Tindhólm inn á gólvið.
     
    -Tað er umráðandi at vit skapa fíggjarligt grundarlag fyri húsinum, og tað hevur kaféin í summar hjálpt væl til, sigur Jórun.
     
    Í heyst er ætlanin at gera meira við tann partin sum er sjóvinnuysavnið og sum var upprunaliga ætlanin. Leiðarin í húsinum ætlar at skipa fyri ymiskum upplýsandi tiltøkum. Og onkrar størri konsertir eru eisini avtalaðar. Eitt nú fer Marius Ziska at hava konsert um stutta tíð í Messuni.
     
    -Ein kombinatión millum mentanarhús og sjóvinnusavn haldi eg er góð og hóskandi fyri Sørvág, sigur Jórun Gudmundsen í samrøðu við Summarmorgun.
     
    Her kanst tú hoyra samrøðuna í Summarmorgni.
    11 min
  • Summarmorgun
    Prát við leiðaran í Messuni í Sørvági, samrøða við fyriskipararnar av nýggja frítíðartilboðnum Filmsfimi. Eisini práta vit um frítíðartilboðið til børn Vísindaklubbin, sum verður á Glasi.
    1 hr
  • Summarmorgun
    Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við formnannin og næstformannin í svimjifelagnum Neptun, sum hevði sína fyrstu barnavenjing - 62 ár eftir at felagið var stovnað.
    24 min
  • Asterix hevur serlig evni at finna rottu
    Rottuhundurin Asterix hevur prógvað, at hann hevur serlig evni at lukta og grava seg fram á rottu. Eigarin Jan Thomsen Eldevig í Streymnesi sigur, at higartil í ár hevur tikið omanfyri 40 rottur. Og tað er fyri tað mesta á vanligum gongutúrum, uttan beinleiðis leita eftir rottu.
     
    -Nú hava fólk hoyrt um Asterix og nú eru tey farin at biðja um hjálp at fanga rottu. Asterix hevur góðan luktisans og luktar hann rottu, grevur hann seg niður á hana og oyðileggur reiðrið, sigur Jan.
     
    Mánakvøldið var Summarmorgun við tá Asterix varð boðsendur at koma til Viðareiðis, har tey høvdu sæð rottu við eín lítlan djóragarð við gamla Viðareiðisvegin tætt við bygdina. Irena Sørensen bóndakona hevði sent boð eftir teimum, tí maður hennara hevði sæð rottu.
     
    Tað var áhugavert at síggja Asterix arbeiða, tí tað var týðiligt at hann luktaði rottu og fór tí at grava. Men hesaferð var eingin fongur, tí har var eingin rotta. Men hetta verður neyvan seinastu ferð at Asterix verður boðsendur.
     
    Tú kanst hoyra innslagið her.
    13 min
  • Leivur og Jóan Pauli halda seg ungar við at venja
    Vit tosa við 75 ára gamla Leiv Hansen, tíðindamann, og 81 ára gamla Jóan Paula Joensen, professara, sum báðir venja fast mánamorgun, mikumorgun og fríggjamorgun. Báðir hava eina fasta venjingarætlan og teir víkja ikki frá henni. Í morgun slóg Leivur sítt egna met á súkkluni.
     
    Eisini verður tosað við Lailu Djurhuus Jacobsen, sum stendur í móttøkuni í Yndi og vegleiðir fólk sum venja.
    Hvør morgun hjá Leivi og Jóan Paula endar saman við nógvum øðrum í kaffikrókinum í Yndi til kaffi og hugnaprát og har verða nógvar søgur sagdar, siga teir.
    -Hetta er prikkurin yvir i`ið, sigur Leivur Hansen, og Jóan Pauli er samdur.
    13 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners