Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun
    Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við Magnus Dahl, sum setur Ljósfestina í Vági í ár.
    26 min
  • Á Skúlanum við Løgmannabreyt eru tey til reiðar
    -Tað mest umráðandi er at børnini í 1. flokki kenna seg trygg beinanvegin. Tað hevur stóran týdning at fyrsti skúladagur er væl eydnaður, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.
    Tórun Lindenskov Samuelsen er spildur nýggjur lærari og hon sigur, at læraragerningurin hevur altíð drigið, sjálvt um hon í mong ár hevur arbeitt á skrivstovu. Tí fór hon á Læraraskúla og varð liuðug í ár.
    -Eg eri glað fyri at eg fekk starv á júst hesum skúlanum, tí míni børn hava gingið og ganga her, og mær dámar væl mentanina á skúlanum, sigur Tórun.
    Hvørki hon ella skúlastjórin Høgni óttast ikki fyri vitlíki, tí tað verður eitt hent amboð um tað verður brúkt rætt. eru tey á einum máli um.
    Høgni Joensen hevur verið skúlastjóri á Skúlanum við Løgmannabreyt siðani hann lat upp í 2008. 1. september leggur hann frá sær skúlastjóri fyri aldur, og hann óttast ikki, tí hann veit at skúlin er í góðum hondum.
    Her kanst tú hoyra samrøðurnar, sum vórðu gjørdar í Skúlanum við Løgmannabreyt í Summarmorgni í morgun.
    19 min
  • Tær vilja vísa hvussu fjølbroyttur pápin var
    Við 65 listaverkum vilja tær báðar døturnar hjá Eyvindi Mohr, Gulla Mohr og Turið Nolsøe Mohr, vísa fólki listina hjá pápanum, ið hevði fylt 100 í ár. Framsýningin er í Müllers Pakkhúsi í Havn og er opin til og við sunnudagin 23. august, hvønn dag millum klokkan 15 og 18.
    -Endamálið hjá okkum er at vísa hvussu fjølbroyttur babba var í sínari list, og tað halda vit at verkini á framsýningini vísa, siga systrarnar Gulla Mohr og Turið Nolsøe Mohr, sum eru ógviliga takksamar fyri stuðul og at tær kundu læna so nógv listaverk frá stovnum og einstaklingum. Á framsýningini eru 65 verk.
    -Nú eru 21 ár síðani Eyvindur fór - hetta heilt serliga menniskja, ið rúgvaði so nógv í lívinum hjá okkum, sum untust at kenna hann. Keðiligur var hann ikki. Nú hann hevði fylt hundrað, royna vit at fylla eitt sindur í tómrúmið eftir hann við framsýning av verkum, ið umboða stóran part av hansara virki sum listamaður - og so lata listina siga tað, sum eftir er at siga, skriva døturnar Gulla og Turið í skránni til framsýningina.
    Annars kanst tú hoyra samrøðuna við systrarnar, sum var í Summarmorgni, her.
    17 min
  • Summarmorgun
    Listaframsýning við málningum eftir Eivind Mohr. Vit práta við døtur hansara, Gullu Mohr og Turið Nolsøe Mohr.
    Skúlabyrjan. Fólkaskúlarnir og miðnámsskúlarnir byrja aftur í dag eftir summarsteðg. Vit práta við ein nýggjan lærara í Skúlanum við Løgmannabreyt og við fráfarandi skúlastjóran í skúlanum.
    58 min
  • Summarmorgun
    Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við beiggjarnar Sakir Tróndarson Frýdal og Eindri Tróndarson Frýdal, sum eru í Íslandi og fara at hyggja at fullu sólarmyrkingini har.
    26 min
  • Ynskir sær Ingálvsstaðir í Havn
    Í Listafelag Føroya eru tey sera væl nøgd við stóru framsýningina Listating, sum var í Steinatúni í miðbýnum í Havn um ólavsøkuna og eina viku aftaná. Hon varð óvanliga væl vitjað.
    Tað bar ikki til at hava ólavsøkuframsýningina sum vantligt uppi í Listaskálanum, tí skálin verður umbygdur. Við vælvild frá kommununi sluppu tey inn í Steinatún, sum er gamli Føroya Banki og sum Tórshavnar Kommuna nú eigur.
    Pál Weihe, næstformaður í Listafelag Føroya, sigur, at tað gekk nógv betri enn tey høvdu væntað og vónað. Óvanliga nógv fólk stukku inn á gólvið, og tey í Listafelagnum vóru sera væl nøgd við arbeiðið hjá Edvardi Fuglø at skipa framýningina, sum var í trimum hæddum í húsinum. Hvør hæddin hevði sín lit og tað vóru litirnir í føroyska flagginum.
    -Endamálið var at byggja brýr, bæði millum aldursbólkarnar og millum listafólkini, sum hava verið í stríði. Tað eydnasti, tí øll tey bodnu tóku av, sigur ein væl nøgdur Pál Weihe.
    Ein patur av umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu hevur verið í bygninginum, men tey fluttu út tí hann lak og har var eisini blámusoppur Kommunan, sum eigur Steinatún, hevur ikki tikið støðu til hvat bygningurin skal brúkast til í framtíðini. Men tað er eingin ivi hvat Pál Weihe heldur. Hann hevur eitt ítøkiligt uppskot.
    -Í Reykjavík t.d. hava tey býarsavnið Kjarvalsstaðir, sum eitur eftir mæta listamanninum Jóhannesi S. Kjarval. Vit tilkomnu og eldru minnast øll okkara mæta listamann Ingálv av Reyni, sum gekk í havnargøtum og tók húgvuna av høvdinum fyri hvørjum menniskja hann møtti. Hann var ein býarmynd. Tað hevði verið virðiligt at havt Steinatún sum eitt listasavn fyri býin og kallað tað Ingálvsstaðir, sigur Pál Weihe.
    Tú kanst hoyra samrøðuna við Pál Weihe her.
    14 min
  • Summarmorgun
    Listaframsýningin Listating í Steinatúni. Vit práta við Pál Weihe, næstformann í Listafelagi Føroya.
    40 ár síðani bragdið hjá Ova Joensen, sum einsamallur róði úr Føroyum til Langelina í Keypmannahavn. Vit tosa við systkinabarn Ova, Hilmar Joensen, sum eisini er frásøgufólk á Ovasavninum.
    57 min
  • Summarmorgun
    Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og innslag frá Tìðarinnar Bakspegili (2011) um bragdið hjá Ova Joensen í 1986.
    25 min
  • Summarmorgun
    Prát við Sáru Gullfoss, heilsufrøðing, um skúlabyrjan. Eisini tosa vit við Urd Johannesen, Kára Jacobsen og Hanne Marit Mordal Iversen um útgávuna "Hvørjum angar rúmding av".
    58 min
  • Summarmorgun
    Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya. Eisini greiðir Hanus Kjølbro frá um tiltak, sum Veðurstova Føroya skipar fyri, tá sólarmyrking verður mikudagin. hann greiðir eisini frá um, hvat ein sólarmyrking er.
    26 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners