Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Jákup Andreasen: Hugleiðir um farnar dagar
    Jákup Andreasen fekk áhuga fyri at vita meira um familjuna og forfedrarnar um tað mundið hann fór um tey hálvthundrað árini. Í 2009 gav hann so út eina bók um familjuna hjá mammuni av Trøllanesi við heitinum "Wollesfólkini og Trøllanes", og fyri tveimum árum síðani kom myndabók við viðmerkingum og huygleiðingum, "Afturbrá - gamlar myndir úr Norðoyggjum".
    Men hesi seinastu árini hevur Jákup gjørt mest gjørt vart við seg á Facebookbólkinum "Gamlar myndir úr Klaksvík/Norðoyggjum", har hann ofta hevur gamlar myndir og skrivar hugleiðingar til tær.
    Jákup vaks upp í Klaksvík og bæði foreldrini eru av Kalsoynni, og tí hava Klaksvíkin og ikki minst Kalsoyggin hansara serliga áhuga, hóast hann í mong ár hevur búð og framvegis býr í Vestmanna, har hann øll tey fyrstu árini var stjóri á Fiskivinnuskúlanum, sum nú eitur Miðnám í Vestmanna.
    Hann átti nógvar gamlar myndir, sum hann eisini hevði fingið frá fólki í sambandi við bókaútgávurnar. Tá so korona kom fann hann uppá at leggja myndir út á Facebook-bólkin fyri Klaksvík og Norðoyggjar og skrivar viðmerkingar til myndirnar.
    -Eg hevði stóra gleði av pallinum tidarrit.fo, har gomlu dagbløðini liggja, men sum nú er óvirkin. Tað haldi eg er stórt spell. Tað hevur skund at finna tøknina sum skal brúkast í framtíðini, sigur Jákup Andreasen.
    19 min
  • Summarmorgun
    Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við Katrin Petersen, tíðindaleiðara á Aktueltdeilidini um sendingina Breddin, sum nú byrjar aftur.
    25 min
  • Hoyvíksbóndi slær bøin fyri bøndur í Kalsoynni
    Á Trøllanesi og í Mikladali hava teir ikki neyt longur, og tí hava teir ikki brúk fyri so nógvum stráfóðri sum fyrr. Ístaðin fyri at brúka nógva tíð til sláingina og at bíða eftir terra, hava nakrir bøndur har norðuri gjørt avtalu við hoyvíksbóndan, Siggert Patursson, sum kemur allan tann langa vegin norður við stórari manning og framkomnari útgerð at sláa allan bøin hjá teimum í Mikladali og á Trøllanesi. So fáa teir stráfóðrið, sum teir hava brúk fyri, og hoyvíksbóndi kann fara suður aftur við nógvum grasi. Báðir partar eru glaðir fyri hesa skipan.
    -Fyri okkum er hetta ein vinn vinn støða, tí frammanundan brúktu vit nógva tíð til hoyggið. Nú kemur hoyvíksbóndi væl mannaður norður og slær allan bøin og ballar grasið eftir fáum døgum, sigur Eyðun Eliassen, bóndi á Trøllanesi, sum hevur seyð bæði á Trøllanesi og í Mikladali. 
    Siggert Patursson sigur, at tá teir har norðuri ringdu og spurdu um hann kundi koma norður at sláa, helt hann at bøurin kundi ikki liggja ósligin.
    -Eg var sannførdur um at vit áttu at gera eina roynd, tí grasið er líka gott sum nakað annað og tað skapar arbeiðspláss í landinum. Tað skuldi ikki liggja ósligið, tí betri er at hava nógv stráfóður á goymslu enn pengar í bankanum. Og vit eru væl nøgdir við samstarvið við teir í Kalsoynni, tí tað hevur riggað væl, sigur Siggert Patursson, ið eisini hevur samstarv við Johan Jógvansson, bónda í Saksun, sum tekur sær av at balla grasið. 
    Útgerðin sum teir brúka er stór og Siggert er væl nøgdur við samstarvið við Strandferðsluna.
    -Nú hevur Ternan siglt, men vit klára ikki at fáa øll tólini umborð á Ternuna, tí portrið er ov smalt. Fyri at fáa útgerðina yvir í Kalsoynna, tók Strandferðslan Sam frá arbeiði á sleipistøð til at sigla ein túr við útgerðini. Nú kemur Sam aftur í sigling, so vit fara eisini at fáa øll tólini innaftur, sigur Siggert Patursson.
    Her kanst tú hoyra innslagið, sum var í Summarmorgni.
    16 min
  • Summarmorgun
    Prát við Hans Ellefsen um altjóða ali- og fiskivinnubúskaparráðstevnuna IIFET 2026 og reportagja úr Kalsoynni, har Tórður Mikkelsen prátar við m.a. Sigert Patursson, bónda.
    46 min
  • Summarmorgun
    Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við Onnu Røskvu Strøm Randidóttir Rødgaard um hennara luttøku í "Den store bagedyst"
    35 min
  • Sum at hava fingið eitt nýtt lív
    Síðsta leygarkvøld var stór føðingardagsveitsla í Haldórsvík. Kendi sangarin Ragnar í Vík, helt 75 ára føðingadag fyri 180 fólkum á tjaldi á Víkar Camping.
     
    -Nógv søgdu at hetta var ársins veitsla. Nógvir tónleikarar vóru við og so slapp eg at heilsa uppá nógv fólk sum eg ikki hvi sæð langa tíð.
     
    Men tað allat besta fyri Ragnar er, at hann hevur fingið sjónina aftur. Sjónin hevur verið ring í nógv ár og nú var hann at kalla heilt blindur. Hann sá bara ljós. Fyrr í ár fekk hann so eina skurðviðgerð, nýggjar linsur í eyguni, og nú hevur hann fingið sjónina aftur.
     
    -Hetta er veruliga sum at hava fingið eitt nýtt lív. Tá eg vaknaði aftur, segði eg við konuna: "Sært tú soleiðis út". Tað var ótrúligt at síggja aftur. Og nú havi eg sæð tey smæstu abbabørnini fyri fyrstu ferð, sigur Ragnar.
     
    Nú kann hann fara á flot, sum hann elskar. Tá Kringvarpið kemur at vitja, er hann júst liðugur at hagreiða fiskin sum hann fekk á floti í gjár. Hann hevur ein lítlan tríbekk og kann fara einsamallur á flot. Áðrenn kundi hann einki.
     
    -Eg hevði fyrireikað meg til, at eg kom ongantíð at síggja aftur. So hetta er fantastiskt.
     
    Ragnar í Vík var nógv at hoyra í Útvarpinum tann tíð tað var og hann framførdi nógva staðni. Sjálvt um árini nú eru blivin nógv fleiri, avvísir hann ikki at tað kann blíva til eitt sindur av tí nú eyguni eru komin aftur.
     
    -Vit hava ein bólk, sum spælir av og á. Eitt prosjekt hjá mær sjálvum, sum er á skránni í nærmastu framtíð, er ein stovukonsert í Streymnesi. Nú dámar mær smærri tiltøk, har fólk kunnu sita og hugna sær, sigur Ragnar í Vík.
     
    Her kanst tú hoyra samrøðuna við Ragnar í Vík.
    15 min
  • Hanus kennir seg tryggan í bilinum
    Í næstsíðstu viku var stórur føðihgardagur í Vestmanna, tá.Hanus Zachariassen fylti 100. Hanus er ættaður úr Streymnesi, men kom ungur maður til Vestmannar at mála og har fekk hann konu og børn og hevur búð síðani.
    Í Summarmorgni greiðir Hanus eitt sindur frá sínum langa lívi, og so sleppur útvarpsverturin biltúr við tí 100 ára gamla bilføraranum. Teir koyra runt alt Vestmanna, og Hanus fírir ikki fyri at fara eftir teimum smælstu vegunum í bygdini. Hanus fylgir framvegis við øllum sum fer fram í Vestmanna og greiðir frá
     
    Her hevur tú møguleika at hoyra innslagið við Hanusi í Summarmorgni.
    22 min
  • Summarmorgun
    Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við bólkin Blátt gras um teirra nýggja staklag "Aftur til krossin".
    50 min
  • Summarmorgun
    Prát við Vár Guriardóttir Hansen, heimsmeistara í innandura rógving, um rógvi tiltak, sum hon skipar fyri á Ovastevnu. Biltúrur við Hanus Zachariassen, sum er 100 ár, og endurnýggjaði sær koyrikortið sum 99 ára gamal.
    57 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners