Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Hoydalar er aftur í gongd
    Kringvarp Føroya er komið væl ávegis við fyrireikingunum til eina nýggja røð av tónleikasendingini Hoydalar, sum var sera væl umtókt í vetur. Tey hava funnið nýggj komandi stjørnuskot, sum skulu tulka sangir hjá fimm ymiskum stjørnum, ið eiga sangirnar.
    Maria Winther Olsen, tilrættisleggjari, sigur, at tey fingu nærum hundrað umsóknir frá ungfólkum sum vildu sleppa við. 30 vórðu vald út og komu inn at syngja.
    -Vit kunnu einaferð enn staðfesta, at vit hava nógv dugnalig talentir og tað var ringt at velja út. Men nú gleði eg meg, tí tey ungu fólkini eru sera dugnalig og trívast væl saman, sigur Maria Winther Olsen, tilrættisleggjari.
    Maria gleðist eisini um at framleiðsluliðið hjá Kringvarpinum verður stórt sæð verður tað sama sum seinast.
     
    Tú kanst hoyra innslagið í Summarmorgni her.
    9 min
  • Skúlabørnini orka nú 31 prosent betri
    Vágs skúli vildi fegin royna rørsluátakið FIT FIRST, sum Syddansk Universitet hevur ment í samstarvi við m.o. vágbingin Magna Mohr. Nú á døgum er stórur partur av børnum og ungdómi bundin at skíggja. Endamálið við FIT FIRST er at fáa skúlanæmingarnar at spæla meira og brúka orkuna, og at kenna seg sum part av átkinum. Í 1., 2. Og 3. flokki verða tríggir tímar um vikuna brúktir til FIT FIRST.
    Í átakinum eru ymiskar ítróttagreinar og harvið ymiskar rørslur. Í morgun, nú Summarmorgun vitjar, eru tey í fimleikarhøllini og spæla kurvabólt. Lærarin Finn Johannesen sigur, at í byrjanini fyri trimum árum síðani vóru ikki allir næmingarnir so hugaðir, men sum frá leið sóu tey, at øll fáa okkurt burtur úr.
    -Átakið hjá okkum byrjaði á vári í 2023 og vit sóu at tølini broyttust skjótt. Úrslitið hevur vakt stóran ans, tí ímiðal bleiv konditiónin hjá næmingunum 31 prosent betri eftir bara 10 vikum. Vit høvdu ikki droymt um at tað kundi gera so stóran mun, sigur John Henrik Holm, skúlastjóri í Vágs skúla.
    Hann sigur at tað hevði ikki borið til at farið undir átakið uttan vælvild frá Tvøroyrar skúla, sum hevur verið ein kontrollskúli, so tølini kundu samanberast. Og tølini talaðu sítt greiða mál, at átakið loysti seg. Nú er Tvøroyrar skúli eisini komin við í skipanina, og nú hava báðir teir stóru skúlarnir í Suðuroynni eina felags verkætlan.
    Nú verða tølini borin saman við skúlar norðanfjørðs og umframt konditión er trivnaður nú eisini við í verkætlanini. John Henrik Holm sigur, at skúlar norðanfjørðs hava víst ájhuga fyri at vera við í FIT FIRST-átakinum. Hann nevnir t.d. Tofta skúla og Vestmanna skúla.
    18 min
  • Logos Hope, sum er gamla Norrøna, kemur á Havnina hósdagin
    Skipað verður fyri almennari móttøku í Havn hósdagin kl. 16:30 og í Klaksvík eina slaka viku seinri. Og meðan skipið er í Føroyum verður skipað fyri tiltøkum umborð og í landi.
    Tað er OM, ið eigur skipini Logos Hope og Doulos Hope, og talan er um ein ikki-handilsligan kristnan felagsskap, sum umframt tann átrúnarliga partin eisini stendur fyri humaniterum arbeiði.
    Í samrøðuni við Margareth Djurhuus, ið tú kanst hoyra her, verður sagt frá virkseminum hjá OM og hesa vitjanina hjá Logos Hope í Føroyum.
    12 min
  • Summarmorgun
    Í dag fær Samleikin eitt trygdarstig afturat, hvørs endamál er at gera svik torførari. Vit tosa við Duritu Hansen og Thorvald Petersen.
    Vit tosa við Mariu Winther Olsen, nú farið verður undir eitt nýtt umfar av sera vælumtóktu sjónvarpsrøðini Hoydal.
    Og Summarmorgun er suðuri í Vági, har vitjað verður í Vágs skúla, sum arbeiður við einari sera spennandi verkætlan.
    55 min
  • 140.000 fermetrar av náttúrulund
    Edmund Joensen, gamli politikarin, hevur frá fyrsta degi verið eldsálin í náttúrulundini við Streymin, sum er ein stór verkætlan sum eitt sjálvsognarfelag við limum stendur fyri.
     
    Edmund Joensen sigur, at verkætlanin hevur frá fyrsta degi fingið góða undirtøku. Gróðursetingin og annað er gjørt sjálvboðið. Annars hevur felagið fingið 15 milliónir kr. Í stuðli frá danska náttúrugrunninum Aage V. Jensen. Fyri tað er høvuðsarbeiðið í lendinum gjørt.
     
    -Eg eri stoltur at eg ikki longur síggi upp um tey elstu trøðini. Nú eru tey omanfyri tveir metrar og tað gongur skjótt, sigur Edmund Joensen.
     
    Felagið hevur keypt gamla garnavirkið, sum er í økinum har náttúrulundin er sunnanfyri brúnna eysturoyarmegin.  Arbeiðið at gera húsið klárt til undirvísing er nærum liðuft, og Skúlin við Streymin fer at hava ábyrgdina av húsinum. Ætlanin er at skúlanæmingar kring alt landið skulu hava møguleika at koma hagar at fáa undirvísing um náttúruna og í náttúruni.
     
    Edmund Joensen er fegin um at fólk longu nú brúka lundina. Nógv ganga og onnur renna fyri at fáa motión. Fólk hava veruliga tikið hana til sín, sigur Edmund.
     
    Annars kanst tú hoyra samrøðuna við Edmund Joensen í náttúrulundini her.
    24 min
  • Bilurin endaði inni í salongini
    Hárfríðkanaryrkið er nógv broytt farnu 40 árini, hóast talan framvegis er um eitt kroppsligt arbeiði, har ið saksur og kambur eru mest brúktu amboðini. Samstundis eru nógv tól komin afturat, eins og kemisku evnini eru munandi færri í dag enn fyri 40 árum síðani.
    Hársniðini broytast eisini. Tá Karin og Vera fóru í læru vóru tað nógvar tilkomnar kvinnur, ið fingu permanent. Og so vóru tað lambakrúllurnar, sum bæði kvinnur og menn høvdu í 1980-árunum, meðan tað í dag serliga eru dreingir, sum eru um 14 ára aldur, ið permanenta sær.
    Hetta 40 ára skeiðið telur eisini nógvar stuttligar og áhugaverdar søgur, og eitt nú minnist Vera, tá ein bilurin endaði inni á salongini, sum var full av fólki. Eisini hugleiða Karin og Vera um hvussu tað var at gera hárið til einu Eurovisionfinaluna.
    Tú kanst hoyra alla samrøðuna við Karin Sólsker, ið rekur Karin'sa, og Veru Larsen, ið rekur Vera Klipt, her!
    26 min
  • Fleiri túsund hugdu eftir kokkakapping
    Eitt av teimum spennandi tiltøkunum á Sjómannadegnum í Klaksvík leygardagin var, tá sjey ungir kokkar undir 24 ár kappaðust móti hvørjum øðrum. Tað var í kokkakappingini Arctic Young Chef, sum NORA upprunaliga tók stig til,  men sum matvøruútbúgvingin á Tekniska Skúla í Klaksvík nú skipar fyri.
     
    Eitt av spennandi tiltøkunum á Sjómannadegnum í Klaksvík leygardagin var, tá sjey ungir kokkar undir 24 ár kappaðust móti hvørjum øðrum. Tað var í kokkakappingini Arctic Young Chef, sum NORA upprunaliga tók stig til, men sum matvøruútbúgvingin á Tekniska Skúla í Klaksvík nú skipar fyri.
    Tey skuldu brúka havtasku til forrættin og blálongu til høvuðsrættin og so brúka nakrar ávísar kryddurtir. Ungu kokkarnir høvdu sjálvir evnað rættin til og skuldu lata eitt yvirlit við øllum inn áðrenn kappingina. So skuldu dómararnir hyggja, um úrslitið samsvaraði við uppskrivtina.
    Tá avtornaði vann Lassi Havsteinsson kappingina. Mogens Højsted var nummar tvey og Krista Kjærbo nummar trý.
    - Eg eri vísur í, at ein slík kapping stimbrar undir áhugan fyri kokkayrkinum, sigur Lassi Havsteinsson Klein, vinnari. Tað væntar Rannvá Beder, dómarakokkur í kappingini, eisini og tað hava vit brúk fyri, tí vit hava ov fáar kokkar, sigur hon.
    Henda kappingin er undankapping til eina finalu í Íslandi millum vinnararnar úr Føroyum, Grønlandi, Norra og Íslandi.
    Andras Sigmarsson Jacobsen, leiðari fyri kokkaútbúgvingini á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum hevði ábyrgdina av hesari kappingini, ivast ikki í, at kappingin verður aftur.
    9 min
  • Til Sjómannadag við 142 ára gomlum fari
    Fríggjakvøldið samlaðust gomlu træskipini í Leirvík, har siður er at skipa fyri felagssangi og øðrum undirhaldi fríggjakvøld.
    Leygarmorgunin kl. 8 varð kósin so sett móti Klaksvík. Skipari á Westward Ho henda túrin er Andras Vinther, og hann greiðir í Summarmorgni frá. Tosað verður eisini við Hanns David Hansen, sum hevur siglt fast við Westward Ho síðani 2006. Og Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini í Eysturkommunu, hevur ofta verið við henda túrin úr Leirvík norður á Sjómannadagin og tað var hon aftur leygarmorgunin.
    -Eg haldi at tað er nakað heilt serligt at koma siglandi inn á vánna í Klaksvík henda morgunin umborð á einum gomlum mentanararvi frá 1884, sigur Hanna Jensen.
     
    13 ára gamli Benjamin og 12 ára gamli Jógvan, báðir úr Leirvík, sleppa at standa til róðurs umborð á Westward Ho og skiparin Andras Vinther leggur teimum lag á. Teir undrast at skipið kann vera 142 ára gamalt.
    -Tað er avbera stórur áhugi fyri sluppunum, og vit verða bidnir um at koma við til øll møgulig tiltøk um summarið.  Og vit eru so hepnir, at fólkagrundarlagið hjá Westward Ho er so stórt og tí mangla vit ongantíð manning at sigla skipið, sigur Andras Vinther.
    Hann sigur at teir verða altíð sera væl móttiknir á Sjómannadegnum. Veðrið á Sjómannadegnum í ár var framúr gott, so nógv fólk vitjaði umborð meðan sluppin lá við bryggju í Klaksvík.
    Hini gomlu førini, sum vóru við í fylginum til Sjómannadagin hesaferð, vóru Jóhanna, Thorshavn, Dragin, og so teir báðir gomlu útróðrarbátarnir Norðan og Grinkil.
    12 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners