Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Góðan morgun Føroyar episodes

  • Góðan morgun Føroyar
    Farna vikuskifti var Marita Debes Magnussen úti og hugnaði sær við nøkrum vinfólkum, tá ein ungur fremmandur maður helt fyri, at Marita ikki riggaði væl at hava sítt hár í hestahalda, men at hon heldur átti at havt hárið leyst.
    Í einum uppslagi á facebook spyr Marita tí, hvat fær ein mann at halda, at ein kvinna hevur biðið um hansara meting av síni útsjónd. Hon sigur, at hetta snýr seg ikki um ein hestahala. Tað snýr seg um rættin, sum summir menn framvegis halda seg hava, óbidnir at meta um og viðmerkja útsjóndina hjá kvinnum.
    Til allar kvinnur: Vit skulu simpulten ikki finna okkum í hesum. Vit eru ikki til fyri at pynta um sjónarringin hjá monnum. Vit skylda ongum fremmandum manni at síggja út á ein ávísan hátt.
    Og kanska er tað upp á tíðina, at fleiri menn læra ein heilt einfaldan setning: Um eingin hevur spurt teg, hvat tú heldur um útsjóndina hjá einari kvinnu, so noyðist tú ikki at siga nakað.
    So fara vit eisini at tosa um føroyskar røður. Tí ein nýstovnað ritstjórn hevur sett sær fyri at savna føroyskar røður á einum stað, so tær verða varðveittar og kunnu brúkast av øllum. Á foroyskarrodur.fo fara røður av øllum slagi frítt at kunna lesast og nýtast til íblástur, undirvísing, gransking og áhuga. Vit hitta stigtakara klokkan hálvgum níggju til eitt prát um røður.
    Gestir:
    Marita Debess Magnussen
    Eydna Skaale
    Torbjørn Jacobsen
    55 min
  • Góðan morgun Føroyar
    Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin - almenna og privata - upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Tað er høvuðsspurningurin á almennum tiltaki, sum Brekumboðið hevur tikið stig til.
    Vit tosa við Eilif Magnusson Arge, ið er brekumboð.
    Aftaná, lívið eftir krabbamein, er nýggj sendingarøð í útvarpinum, sum Sissal Kampmann skipar fyri. Sissal hevur sjálv havt blóðkrabba, og hon kannar lívið eftir krabbamein og um tær avbjóðingar, sum kunnu fylgja við, tá viðgerðin er liðug, millum annað seinárin sum møði, angist, broyttur kroppur og samleiki, arbeiðslív, trúgv, familju- og parlív, fíggjarlig viðurskifti og ótti fyri eftirlitum og afturfalli. Vit tosa við Sissal miðskeiðis í sendingini.
    55 min
  • Góðan morgun Føroyar
    Fyrst í november letur Snorri Brend úr hondum bók um Mikladals kirkju. Vit skifta orð um bókina.
    Hetta er tíðin, har heystfjøllini verða gingin og flett verður. Vit tosa við Thorvald Lutzen.
    55 min
  • Góðan morgun føroyar
    Føroyska havtilfeingið rúmar nógvum møguleikum, men hvussu kunnu vit fáa meira virði burtur úr tí, sum kemur úr havinum?
    Í heyst fara Mat- og tilfeingishúsið, Sjókovin, iNova, Íverksetarahúsið og Hugskotið undir eitt nýtt átak, sum skal hjálpa einstaklingum og fyritøkum at menna nýggjar vørur úr føroyska havtilfeinginum og fáa tær á marknaðin.
    Tað er ikki neyðugt at hava eina lidna vøru ella eina fullfíggjaða ætlan. Tað er nóg mikið at hava eitt hugskot og vilja arbeiða víðari við tí. Men hvussu fer hetta til at ganga fyri seg í verki, og hvør kann vera við?
    Nøkur droyma um at røkka nýggjum hæddum, bókstavliga. Onnur gera nakað við tað. Í januar 2024 eydnaðist honum at koma upp á Aconcagua í Suðuramerika, og nú hevur Jens Jákup Hansen sett sær eitt nýtt mál. Hann ætlar sær upp á Ama Dablam í Nepal, eitt av teimum kendu og krevjandi fjøllunum í Himalaya.
    Men tað snýr seg ikki bara um at koma upp á enn ein fjallatopp. Jens Jákup brúkar eisini sínar fjallaferðir til at savna pengar til góð endamál. Seinast var tað ADHD-felagið, og hesa ferð er tað Alzheimer-felagið.
    Gestir:
    Sóley Heradóttir Hammer
    Drós í Ólavsstovu
    Jens Jákup Hansen
    54 min

About Góðan morgun Føroyar

From the publisher's feed

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.

More shows like Góðan morgun Føroyar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners