Í dag eru 25 ár síðan, at tvey flogfør um morgunin rendu seg inn í tvíburatornini á World Trade Center í New York. Eitt triðja stoytti seg í Pentagon, og tað fjórða var helst á veg móti Hvítu húsunum, men ferðafólkini tóku ræði á flogfarinum, so tað datt niður.
Ein hending, sum sjálvandi skakaði heimin og hevði stórar avleiðingar - fyri alheims politikk, trygd, kríggj og frið.
Vit minnast flestøll hendingarnar, og hvar vit vóru ... Í dag minnast vit dagin fyri 25 árum síðan.
Í útvarpsstovuni vitjar Heini í Skorini, lektari og varadekanur á Søgu- og samfelagsdeildini.