Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

All Góðan morgun Føroyar episodes

  • Góðan morgun Føroyar
    Prátað verður við Jóannes Ejdesgaard og Kaj Kallsberg um tey 100 árini, sum Reyði Krossur Føroyar hevur á baki. Seinni í sendingini er spurnarkapping, harlurtarar veruliga sleppa at royna seg í almennari vitan.
    54 min
  • Góðan morgun Føroyar
    Viviann Sjóðklett hevur skrivað nýggja bók til vaksin at lesa saman við børnum um m.a. kyn, kenslur og seksualitet.
    Vit eru við á ferð í ræðsluhúsinum í Vestmanna
    56 min
  • Góðan morgun Føroyar
    Sigrun Gunnarsdóttir fekk sømdargávu landsins og Ingi var og vitjaði á Eiði.
    Eisini vitja vit við Skúlan á Fløtum, har Jan Mohr Hermansen hevur málað tveir málningar á ein súkkluskúr
    54 min
  • Góðan morgun Føroyar
    Hvat hava oljumilliardingurin John Rockefeller og gandurin hjá Guttormuri í Múla til felags? Jú, báðir hava ein leiklut í søgum úr Dali.
    Í Dali eru nógvar søgur og sagnir, sum hava gingið frá ættarliði til ættarlið. Nú fáa fólk høvi at hoyra nakrar av teimum á einum serligum túri í bygdini, har frásøgnin fer fram í gomlum, søguligum húsum.
    Men hví er tað týdningarmikið at halda fast í hesum gamla frásøgusiðinum, og hvat kunnu søgurnar siga okkum um lívið í Dali fyrr í tíðini?
    Vit tosa við Sólvit Nolsø um, sum eisini gevur okkum ein brellbita av einari av søgunum.
    ---
    Og so fara vit til Vágs, tí Vágs kommuna ger nú ein eyka innsats fyri at skapa áhuga og at fáa fleiri ung fólk í kommununa. Og tað verður gjørt við stuttfilmum, sum m.a. eru at finna á heimasíðuni hjá kommununi.
    Gestir:
    Sólvit Nolsøe
    Bjarni Johansen
    55 min
  • Góðan morgun Føroyar
    Vit práta við bókasavnið við Løkin, har tey gera nakað burtur úr altjóða bamsudegi. So frætta vit eisini um nýggjastu veðurforsøgnina.
    Gestir:
    Oyvør Dam Jacobsen
    Jari í Hjøllum
    25 min
  • Góðan morgun føroyar
    Vit hava vitjan av masterlesandi á setrinum, sum siga um grein tær hava skrivað um seinárin eftir bróstkrabba, Beinta Løwe sigur um bók hon hevur skrivað um tíðina, hon sjálv hevði krabbamein, og vit tosa við Gunnvá Zachariassen, sjónleikara, sum fekk mentanarvirðisløn landsins
    55 min
  • Góðan morgun Føroyar
    Katrin Kallsberg er nýggj forkvinna í Etiska ráðnum. Vit heilsa uppá Katrina, har vit fara at tosa um etikk og avbjóðingar í tíðini.
    So hava vit eisini eina spurnarkapping.
    54 min