Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

All Góðan morgun Føroyar episodes

  • Góðan morgun Føroyar
    Í dag er altjóða dagur fyri at basa harðskapi móti kvinnum, og í tí sambandi vitja Anna Katrin Matras, Fultrúi í almanna. og bústaðarmálaráðnum og Jóna Mohr Højsted, sosialráðgevi og cand. soc í útvarpsstovuni.
    Í dag kemur út bók við kórverkum til blandað kór eftir Paula í Sandagerði. Hetta er úrval av kórverkum sum hann hevur latið úr hondum seinastu 50 árini.
    54 min
  • Góðan morgun Føroyar
    Í dag er tað Jari í Hjøllum, sum gevur okkum veðurtíðindi og tosað verður um ársins orð og um jukeboxir í Føroyum
    25 min
  • Góðan morgun Føroyar
    Í heyst er ein føroyskur skrivibólkur farin til verka á Amager. "Skrivaríðið" savnar yngri og eldri føroyingar, sum búgva á Keypmannahavnar leiðini, og hava áhuga fyri at skriva - vit hitta stigtakaran.
    Tað kann tykjast langt til summar og festivalar, nú tað er ein mánaði til jólaaftan. Men hjá teimum, sum fyrireika G!, hava tey úr at gera við at leggja skránna og fáa tónleikanøvnini upp á pláss. Ein av teimum er Høgni Lisberg, og hann hevur tvey yvirraskilsir við í lummanum í morgun.
    Gestir:
    Jóan Pauli Dahl Jakobsen
    Høgni Lisberg
    Vertir:
    Øssur Egholm
    Jákup Dahl
    54 min
  • Góðan morgun Føroyar
    Vit spæla fyrsta jólasang í morgun. Lurtarin hevur valt á atkvøðugreiðslu.
    Armgarð Arge vitjar og greiðir frá um ársins nýggjársgudstænastu.
    Hanus Kjølbro er veðurfrøðingur í morgn.
    25 min
  • Góðan morgun føroyar
    Vit sóknast eftir ársins orði 2026.
    Eisini práta vit við Guðrið Hansdóttir. Tað er í samband við at fyri júst 55 árum síðani kom fyrsta plátan hjá danska Gasolin út. Tað verður nú hátíðarhildið við eini nýggjari útgávu, har kendir tónleikarar tulka sangirnar av plátuni. Ein teirra er føroyska Guðrið Hansdóttir, sum hevur tulkað "Fra dag til dag". Hon hevur eisini gjørt eina føroyska útgávu av klassikaranum Langebro, sum hevur fingið heitið Steinatún.
    Gestir:
    Guðrið Hansdóttir
    Vertir:
    Ingi Rasmussen
    Jákup Dahl
    55 min
  • Góðan morgun Føroyar
    Jólakonsertin og stuðulstiltakið "Í menniskjum góður tokki" verður sent í sjónvarpinum sunnukvøldið. Hedvig Johansdóttir og Arnfríð Lútzen greiða frá tiltakinum.
    Tað byrjaði við eini fótbóltsavbjóðing í 2022. Síðani er dysturin millum Glasir og Kambsdal vorðin ein árligur skúladystur, sum savnar fleiri hundrað áskoðarar í Gundadali. Í ár verður dysturin spældur fyri sættu ferð, og brøðurnir Bergur og Ólavur Poulsen standa fyri tiltakinum. Teir ætla at gera hetta til størsta dystin higartil – við hálvleiksshowi, konsertum og Silent Disco. Venjararnir av liðnum vitja okkum.
    Hitt gandaða lyklaholið er ein kendur barnaleikur eftir Bente Koch (Det forheksede nøglehul), sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur sett á pall á loftinum í Spinnarínum í Klaksvík. Vit hava vitjað tey.
    Gestir í sendingini:
    Hedvig Johansdóttir
    Arnfríð Lützen
    Rókur Troest
    Elin Maria Mcleod Norðbúð
    Birita Adela Davidsen
    Vertir: Ingi Rasmussen og Jákup Dahl
    54 min