Fólk flyta úr útoyggj og útjaðara, og fleiri bygdir stríðast við at halda lív í lokalsamfelagnum. Men hvat skal til fyri at venda gongdini og skapa nýggjan fólkavøkstur?
Í døgunum 6. til 8. november skipar Útoyggjafelagið fyri ráðstevnu, har framtíðin hjá útoyggjum og útjaðara verður sett á breddan.
Ráðstevnan endar við einum pallborðsfundi við politisku floksformonnunum, har spurningurin verður, hvat politiska skipanin ítøkiliga kann gera.
Í meira enn hálva øld hevur Jens Midjord verið ein trúfastur partur av føroyskum fótbólti. Longu í 1975 tók hann dómaraprógv og fór undir at døma dystir í føroysku kappingini.
Seinni gjørdist hann dómaraeygleiðari, og í tíðarskeiðnum frá 1998 til 2023 eygleiddi hann meira enn 400 dystir í bestu føroysku deildini.
Herfyri varð Jens Midjord heiðraður av Fótbóltssambandi Føroya fyri trúfesti, álit og trúgva og drúgva tænastu føroyskum fótbólti og fótbóltsdøming at frama.
Gestir:
Jóanis í Hoygarðinum
Jens Midjord