Eitt av størstu listafólkunum, sum Fuglafjørður hevur fostrað, man vera Niels Midjord, sáli. Hann var føddur í 1949 og andaðist fyri fimm árum síðan, men tónleikurin livir enn. Ikki minst á mentanardøgum, sum vera í Fuglafirði um vikuskiftið, og sum hava Niels Midjord í miðdeplinum. Eitt av tiltøkunum, sum eru á skrá, er ein sjónleikakonsert til heiðurs fyri Niels Midjord. Vit práta við Kjartan Hansen og Dánjal á Neystabø, sum standa fyri sjónleikakonsertini.
Boys boys boys er heitið á nýggjari uppvakstrarskaldsøgu úr Føroyum og ein søga um ein vaksnan son, sum roynir at finna frið við sítt upphav. Ein nemandi skaldsøga, sum festir seg í sinnið, um longsul, girnd og maskulinitet úr útjaðaranum av Evropa. Vit práta við Rúna Weihe, rithøvund.