Arnold Schwarzenegger, Pamela Anderson, David Becham og Sylvester Stallone.
Hesi eru nøkur av kendu fólkunum, sum júst nú eru at síggja í sokallaðum dokumentarrøðum og dokumentarfilmum á Netflix. Eisini aðrar stroymingartænastur bjóða slíkar dokumentarrøðir.
Hóast røðirnar verða lýstar sum dokumentarar, so er als ikki talan um ta siðbundnu dokumentarsjangruna, sum vit kenna hana.