Sunnudagin kom eldur í ein buss á landsvegnum norðan fyri rundkoyringina við Norðskálatunnilin.
Bussurin var fullur av fólki, sum vóru ávegis til Eiðis millum annað til gudstænastu.
Øll komu óskadd úr bussinum, men bussurin kolaðist upp og bleiv vrak.
Andras L. Olsen, sum førdi bussin, og Jastrid Langgaard Olsen, sum var við til at skipa fyri útferðini, eru bæði takksom fyri, at alt spældi væl av.
- Tað gekk væl og skjótt at fáa øll úr bussinum, og vit eru sera glað og takksom fyri, at øll komu út øllum góðum, sigur Jastrid.