Ungdómsheimildarrøðin “Sært tú meg?” byrjar aftur í sjónvarpinum í kvøld. Tað eru Anna Joensen-Næs og Maria Winther Olsen, ið skipa fyri.
Tær viðganga, at tað viðhvørt er hart at vera í studio, tá ið tey ungu leggja sínar kenslur á blik.
- Tað er løgið at hugsa sær, at so nógv ung her á landi hava havt so ógvusligar upplivingar.
- Hetta er ein roynd at gera tað lættari at tosa um og seta orð á tað, so nógv okkara stríðast við, siga tær báðar.