Fyri 10 árum síðani læt bólkurin Byrta sína sjálvnevndu fløgu úr hondum. Hetta var byrjanin til eitt nýtt føroyskt poppfyribrigdi, sum vann sær fjepparar í hópatali.
Sangurin Loyndarmál var ein sonn landaplága, og flest allir ummælarar vóru samdir um, at Byrta var Ársins útgáva í 2013.
Samstarvið hjá Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen byrjaði í 2011. Tey bæði saknaðu lívligan popptónleik á føroyskum. Tað var grundarlagið, sum Byrta bygdi á.