Áðrenn dystarbyrjan í FA Cup-finaluni er ein forkunnug og tignarlig siðvenja, sum í ár hevur 100 ár á baki. 15 minuttir áðrenn fyrsta bríksl. syngur fjøldin fyrsta og síðsta ørindi í sálminum, Abide With Me.
Formliga hevur tað verið gjørt síðani 1927, men upprunan finna vit í 1923.
Henry Francis Lyte var borin í heim í lítlu bygdini, Ednam, í Skotlandi í 1793.
Pápin bar orð fyri at vera meiri áhugaður í at fiska og skjóta, enn at røkja familjuna.