Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, er komið aftur av Føroya Banka. Hesa ferð kom ein rættiliga forkunnugur lutur upp við trolinum.
Ólavur Sjúrðaberg, sum var ferðafólk á túrinum, greiðir frá, at manningin umborð á Jákupi Sverra var ógvuliga spent, tá luturin kom á dekki.
Hildið verður, at hetta er stevnið á einum bretskum trolara.
Onkur vil vera við, at tað helst er stevnið á Grimsby trolaranum, Sisapon, ið var søktur 23. mai í 1917.