Fjøllistakvinnan, Astrid Andreasen, varð fødd í Vestmanna í 1948. Húskið var serstakliga skapanarhugað og gávað, og eftirnølarin Astrid valdi at útbúgva seg innan handarbeiði sum ung. Síðan hava skeið, útbúgvingar við mongum meira lagt seg afturat hennara lívsrensli, og fyri fjølbroytta og týdningarmikla virkið sítt og týdning fyri føroyska mentan, varð hon heiðrað við Heiðursgávu Landsins, á móttøku í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 23. januar 2019.