Christina Rosendahl er danskur filmsleikstjóri. M.a hevur hon framleitt heimildarfilmin, Stjernekigger, um bólkin Swan Lee, og spælifilmarnar, Idealisten og Supervoksen.
1. november 2017 var heimildarfilmur hennara, Vold i kærlighedens navn frumsýndur í filmsleikhúsum kring Danmark, og á altjóða degi fyri avtøku av harðskapi móti kvinnum, 25. november varð filmurin sýndur í Norðurlandahúsinum. Filmurin er hin einasti av sínum slagi í ríkinum, tí Rosendahl er hin fyrsta at sleppa inn um læstu dyrnar í kreppuhúsinum fyri kvinnur, raktar av harðskapi, Danner í Keypmannahavn. Í fimm ár fylgir Rosendahl kvinnum og starvsfólki í húsinum í teirra arbeiði í at sleppa úr harðskapinum, og út aftur í lívið sum heil menniskju.