Guðmundur Andri Thorsson er íslendskur høvundi og politikkari. Hann hevur skrivað eina sera vakra bók um kenda pápa sín, Thor Vilhjálmsson, ið á donskum hevur fingið heitið, Og så trille, tulle, rulle vi. Bókin er ein mynd av pápanum, ið var ein sera egin maður, ið bæði var krevjandi, kærleiksfullur, avantgardistiskur, modernaður og sjálvglaður, sum kravdi nógv av teim hann hevði kær. Ikki minst av konuni, ið bæði stóð fyri reinskrivan av handritunum hjá manninum, samstundis sum hon var fulltíðararbeiðandi tíðindakvinna, ansaði børnum og húsi.