Hann syngur, málar, og hann skrivar løg. Jóannes Jakobsen hevur fingist við nógvar ymiskar listagreinar. Hann hevur givið tríggjar fløgur út, har allar komu út í 90'inum. Tíðin, tá brennandi ynski um fullveldi valdaði.
Hann hevur eina menniskjasliga og pedagogiska tilgongd til alt, hann fæst við. Í fleiri ár hevur hann arbeitt við fólki, ið hava menningartarn. Reyði tráðurin hjá Jóannesi er, at alt skal vera í samspæl við menniskju, og at tað hevur týdning at vera um menniskju,