Jógvan Isaksen (1949) er bókmentafrøðingur og starvast sum lærari við lærda háskúlan í Keypmannahavn í føroyskum bókmentum og málfrøði. Flestu okkara kenna hann tó helst sum krimihøvund, og hann hevur ikki skrivað færri enn 17 brotsskaldsøgur - herav eru tríggjar til børn.
Eisini hevur hann skrivað bókmentafrøðilig verk, og hálvtrýssinstjúgunda verk hansara hevur júst sæð dagsins ljós, Ars Moriendi - kynstrið at doyggja. Eitt verk um yrkingasavnið, Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen frá 2017.