Katarina Nolsøe er útbúgvin sjónleikari. Hon er gift við Hans Torgarð, og saman eiga tey tvey børn. Tóálv, ið er 18 ára gamal og Mariu, sum er 22.
Í 2006 fekk Katarina álvarsamt tunglyndi, sum hevði við sær, at hon fleiri ferðir hevur verið innløgd á psykiatriska deplinum.
Men nú hevur Katarina tað nógv betri, og við leikinum, sum verður sýndur á Tjóðpalli Føroya í hesum døgum, Leitanin eftir at vera, greiður Katarina frá stríðnum hon hevur haft við tungdlyndinum, og um sína ferð gjøgnum ótta og angist.