Kitty May Ellefsen er ein kvinna, sum altíð hevur havt nógva ferð á. Útbúgving, arbeiði, familja og vinir. Men so við og við varð hon alt meiri strongd og hevði torført við at sovna.
Hjartað dukaði og leikaði í, so hon royndi at drekka eitt glas, áðrenn hon fór til songar. Men skjótt varð eina glasið til tvær fløskur, og hon varð bundin av alkoholi. Og tá fór alt sína skeivu gongd.