Høvundin, tónleikarin, lærarin, festivalfyriskiparin við mongum meira, Steintór Rasmussen liggur ikki á latu síðuni. Seinastu trý árini hevur hann m.a latið úr hondum tríggjar brotsskaldsøgur, har bindiklubburin úr fiktiva føroyska býnum, Norðvík, er snúningsdepilin.
Umframt høvundavirksemi er Steintór virkin í daglia starvi sínum sum undirvísari, harumframt hevur hann familju, skipar fyri festivali og spælir tónleik.
Hvussu fær hann stundir til alt hetta virksemi? Hvussu leggur hann virksemi sítt til rættis? Og er ein nýggj krimi ávegis?