Terji Rasmussen er útbúgvin námsfrøðingur, men serliga kenna vit hann frá føroyska tónleikaheiminum. Hann er uppvaksin í Havn, men flutti í 2002 til Nólsoyar, har hann í 2015 lat upp spælistaðið Maggies saman við konu síni í kjallaranum á sethúsum teirra í Nólsoy.
Síðan staðið lat upp, hava óteljandi konsertir verið í Maggies, og Terji hevur tikið upp konsertirnar bæði sum ljóð og mynd, og fyri hetta skajalfestingararbeiði, umframt spælistaðið Maggies, fekk hann FMA virðislønina fyri Ársins átak.