Sum einasti professionelli føroyski kórleiðari, er Tóra Vestergaard meira og meira at síggja á føroyska tónleikapallinum, sjálvt um hon býr í Danmark. Umframt at arbeiða sum kórleiðari, er Tóra eisini sangari, og í 25 minuttum greiðir hon millum annað frá avbjóðingini, ið liggur í at finna javnvágina millum arbeiðið og sangin.