Herbert Pundik var 16 ára gamal, tá hann og familjan í 1943 máttu flýggja úr Keypmannahavn til Svøríkis undan týskum nazistum. Einsamøll eftir í húsinum var ein føroysk tænastugenta, sum varð vakt á miðjari nátt av týsku loyniløgregluni, Gestapo.Ein hending, sum Pundik ikki hevur vitað um, fyrr enn hann kom til Føroya í mai 2013. Í 1948 fór hann sjálvboðin í ísraelska herin í kríggj í Palestina, og í 1973 fall sonur hansara, Uri, eisini í kríggi.