Í sendingini 25 minuttir tosar Høgni í Jákupsstovu við amerikanska sendimannin í Keypmannahavn, Rufus Gifford. Hann var settur í starv í august mánaði ár og vitjaði í Føroyum mikudagin til fríggjadagin í farnu viku.Rufus Gifford er serliga kendur fyri tvey viðurskifti. Hann er tann sum hevur savnað mest pengar saman nakrantíð, til eitt amerikanskt forsetavalstríð og so er hann samkyndur. Lagt til rættis: Høgni í Jákupstovu.