50 ár.
So leingi hevur Maud av Fløtum arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum.
Tað var annars rættiliga tilvildarligt, at hon av fyrstan tíð endaði á Landssjúkrahúsinum - sjálv ætlaði hon sær ein heilt annan vinnuveg.
- Eg hevði spælt mær við tankan um at blíva journalistur, og eg hevði enntá sett meg í samband við eitt blað, sigur Maud av Fløtum.
Lagnan vildi tað tó øðrvísi.
Í morgunsendingini fortelur Maud av Fløtum um tey 50 árini, hon hevur starvast á Landssjúkrahúsinum.