Hetta er eitt høvi at heiðra bólkin, sum gav føroya fyrstu rokkplátu út, sigur Rani Nolsøe, ið er í fyrireikingarbólkinum.
Sjálvur minnist Rani væl fyrstu ferð, hann hoyrdi Komið øll við í útvarpinum.
Hann sat saman við pápa sínum, sum als ikki skilti hetta nýggja, men fyri Rana rakti tað plett.
Hann ásannar, at Straight Ahead hevur verið ein stór tónleikalig íblástrarkelda.
Hóast bólkurin bara var virkin nøkur fá ár, so legði hann nógv eftir seg.
Tvær singulplátur, eina EP og legendarisku Veðraplátuna.