Í dag ber til at fara inn á borgaragluggan at kanna, um tú fært avlopsskatt, ella um tú hinvegin skalt gjalda tað, sum restar í.
Áhugin er ógvuliga stórur at vitja henda dagin, sigur Diana Gilstón, deildarleiðari á Stjórnarskrivstovuni hjá Taks.
Seinni í dag eru brøvini somuleiðis tøk í Mínboks. Eisini har er ferðslan ógvuliga stór henda dagin, ásannar Durita Hansen, samskiftisfólk hjá Talgildu Føroyum.