Túrurin suður á Borðuna er ein frálíkur túrur. Hann er lættur at ganga og tað ber til at ganga ymiskar leiðir.
Vit gingu út í neðra og upp gjøgnum Gjógvará. Eisini ber til at ganga eystanfyri, t.d. á heimtúrinum. Tá ber til at fara upp fram við Hosteinsgjógv. Eisini ber til at ganga fram við eggini og síggja Farsalagjógv og útsýni eystureftir.
Vit fylgdu bygdugøtuni heimaftur. Hon er sera vánalig, og í fleiri støðum er hon meira ein bloti enn ein gøta. Nógv ferðafólk ganga hesa gøtuna, og tí er hon eisini slitin og vánalig.