Fýra sunnudagar í juli fer útvarpið aftur at senda sendirøðina um bygdina Húsavík. Jógvan Arge var á ferð við Hanusi undir Leitinum í 2013.
Hanus hevur verið lærari á Sandoyar Meginskúla og í Húsavíkar skúla. Sat í nógv ár i sóknarstýrinum og var eisini sóknarstýrisformaður. Ferðin byrjar í býlinginum sunnan fyri Ánna.
Í fyrstu sending verður sagt frá Húsavík í søgu og søgn. Greitt verður frá útdeyða býlinginum Uppi í Haga og býlinginum sunnan fyri Ánna sum heild.