Útvarpið fer nú saman við Egoni Hansen undir eina røð um Nólsoy. Røðin byrjar í gamla býlingi-num sunnan fyri Nólsoyarbygd, har Prinsessutoftirnar eru. Hesin býlingur avtoftaðist í 1700 árunum, men søgn er, at ein skotsk prinsessa búði har. Eitt eyðkenni fyri Nólsoy er kirkjan á Tanganum, sum nólsoyingar halda altíð hevur staðið har. Borðan er sunnari endi á Nólsoynni. Har eru vitin á Borðtanganum og tann stóri Nólsoyarviti, sum varð bygdur í 1893. Hann er ómannaður í dag, men hevur havt stóran týdning fyri Nólsoy. Á Tjørnunesi var kornpláss, og í Hósmøl varð royða brotin.