Onnur sending úr Nólsoy byrjar uppi á Nólsoyareiði, har oyggin er smalst. Tosað verður um landið millum Nøvina norðan fyri og Bergrætstanga sunnanfyri. Á Eiðinum stendur so nógv á, tá brimið er upp á tað mesta, at sjógvurin kenst aftur hinumegin Eiðið. Brimið máar alsamt burtur av oynni. Uppi á Eiðinum eru hjallar, sum eru bygdir á almenningi. Syðsti býlingurin Malarendi er bygdur á almenningi, sum var jørð, ið ongin einstaklingur átti. Beint heimanfyri Malarenda eru staðar- nøvnini Træbrúgvin og Skipagriftin. Í Skipagriftini bygdu nólsoyingar fleiri skip í 1800-talinum.