Niðastalon við sínum fýsa samanbygdu setir sín dám á Nólsoy. Stovurnar eru eystanífrá: í Búð, Nýggjastova, Magnusarstova og Gortrastova. Í dag býr fólk bara fast í Magnusarstovu. Gortrastova, í Lon og við Brunn vóru stór ognarhús. Tilsamans eru 48 merkur í Nólsoy. Av teimum eru bert 13 merkur kongs. Kongsfestini vóru seks: Kongsstova, í Búð, Torlastova, í Geil, Abbastova og á Geil.
Vit fara at ganga ímillum húsini í bygdini og siga frá fólki og hendingum. Eitt nú húsini á Skúr, Kongsstova og Verkstaðið eru á hesi leið.