Dagsins sending byrjar við húsini á Trappuni. Úr hesum húsi eru fleiri onnur hús sprottin. Nógv mentafólk vóru í hesum umhvørvi. Her vóru Niels og Petra á Botni, Jóhanna Maria Skylv Hansen og Maria Eide, Steffan Danielsen og mýrufólkini Lena og Pól, alt innan fyri 25 metrar. Nólsoyingar vóru hugaðir fyri skúlaskapi. Tá teir skuldu byggja fyrsta skúlan, gekk báturin við tilfarinum burtur í fjørðinum. Teir bygdu kortini, men seinni vildu nólsoyingar hava skúlan tiknan av, tí teir vildu hava børnini til arbeiðis. Nólsoyingar hava veitt nógvan fugl, og teir eru góðir kvøðarar.