- Vit liggja upp at hvørjum øðrum, tá vit sova, og tá tú gert burtur av tær, situr ofta onkur undir liðini. Hetta er løgið í fyrstuni, men tú venur teg skjótt við tað, ásannar havrógvarin, Livar Nysted.
Manningin hevur verið á ferð í áleið fýra vikur. Tað hevur verið hart, men kortini hevur gingið væl, sigur Livar Nysted. Tíðarætlanin heldur framvegis.
Útnyrðingsleiðin er norðasta leið til Kyrrahavið. Síðani Roald Amundsen og hansara menn vóru fyrstir at royna hana í 1906, hava bara 352 skip silgt har.