Aldan

Aldan

By Granna GeilNewsEntertainment News
Download on the App Store

Aldan episodes

  • Eitt lív í hondbóltinum, Hjalti M. Jacobsen 260325

    Vertur: Ásbjørn Nielsson Nattestad Gestur: Hjalti Mohr Jacobsen

    Hoyr Hjalta fortelja um hvussu tað hevur verið at venja ein leikara sum Óla Mittún og hvussu tað er at vera venjari hjá manslandsliðnum og hvussu tað var at vera við til dystin í Niðurlondum, sum Føroyar vann fyri stuttum.

    56 min
  • Lutakast EM U17-kvinnur

    Reportari: Ásbjørn Nielsson Nattestad

    Hoyr hvat Andrass Thomassen, kappingarleiðari, Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í FSF og Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hjá U17-kvinnum høvdu at siga um lutakastið til EM fyri U17-kvinnur, sum verður í Føroyum í mei.

    15 min
  • Ráðstevna um Nagorno Karabakh

    Sjúrður Skaale fólkatingslimur skipaði hósdagin 20. mars ´25 fyri ráðstevnu á Christiansborg undir heitinum "Symposium on Armenia Safeguarding Soverignity", har sjóneykan var sett á støðuna hjá Armenia í mun til Azerbadjan og ræðuleikarnar í Nagorno Karabakh, har armeniska upprunafólki er fullkomiliga útreinsað uttan at heimssamfelagið hevur givið tí stórvegis gætur.

    Rás 2 var til staðar og prátaði við fyriskiparar og luttakarar.



    Symposium on Armenia: Safeguarding Sovereignty



    48 min
  • Hondbóltsupptakt Helgi H. Hoydal

    Vertur & tøkningur: Ásbjørn Nielsson Nattestad Gestur: Helgi Hildarson Hoydal

    Vit taka samanum landsdystin hjá monnum, sum var í Niðurlondum sunnudagin. Eisini meta vit um lutakastið hjá kvinnulandsliðnum til EM í 2026. At enda hyggja vit eftir komandi vikuskiftinum og støðuni í Burn-deildini og SMS-deildini.

    36 min
  • Grækarismessuhald í Runavík 2025

    Grækarismessuhald í Runavík í dag.


    Fyrstu klippini frá várgestum okkara, tjøldrunum, bera av sonnum boð um at várið og ljósari tíðir eru í nánd. Eins og undanfarin ár skipar Visit Runavík, saman við skótunum, fyri grækarismessuhaldi í Skótahúsinum við Løkin í Runavík mikudagin 12. mars kl. 17.00.


    Dagurin er ein hugnaligur dagur við røðu og hornblástri. Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu. Silas Olofson flytur fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Tiltakið varir á leið ein tíma. Øll eru hjartaliga vælkomin.

    51 min
  • Hondbóltsupptakt við Agnari Prestá 070325

    Vertur: Ásbjørn Nielsson Nattestad Gestur: Agnar Prestá

    Hugt verður fyrst eftir kappingunum í SMS- og Burn-deildini har vit nærkast endanum á grundspælinum. Eftir tað verður tosa um komandi dystirnar hjá manslandsliðnum móti Niðurlondum. Vit kunna væntað nógv mál mikukvøldið

    40 min

About Aldan

From the publisher's feed

Sendingar og poddar sendir á Alduni Hitt Radio