
Sign up to save your podcasts
Or


Ørvur Joensen hevur stovnað nýggja fyritøku, "Portrið", sum selur og bjóðar seg fram at seta í dygdar garasjuhurðar, hurðar og vindeygu frá Novoferm og Hvidbjerg Vinduet
Hoyr hvat núverandi FSF-forsetin Christian F. Andreasen hevur at siga um føroyskan fótbólt.
Hoyr hann fortelja hví hann ikki heldur, at sessurin sum FSF-forseti skal vera fulltíðarstarv og um hvønn veg tað gongur við føroyskum fótbólti.
Blái Krossur í Klaksvík húsast í fyribils leigaðum hølum á Nólsoyar Pálls Gøtu 22 ímeðan hølir teirra vera umvæld. Væntandi lata tey upp í nýumvældum hølum í mei. Rás 2 var framvið á Nólsoyar Pálls Gøtu og prátaði við Edvu Jacobsen aðalskrivara í Bláa Krossi, til eitt prát um Bláa Kross sum heild og handilin annars. Vit hittu eisini fólk í handlinum.
Herfyri lat upp nýggj frisørsalong í Klaksvík, nevnd Park by Petra. Rás 2 var framvið á Torradøgunum og fekk eitt prát við eigaran.
Rás 2 vitjaði virkið Look North á Torradøgunum 2025. Ragnar greiddi frá virkinum og hvat tey framleiða, umframt hvørjar framtíðar-ætlanir eru.
Hósdagin 20. februar 2025 lat EFFO upp nýggja áfyllingarstøð á Fjørðuvegnum í Saltangará. Rás 2 var framvið og prátaði við Gunnar Nielsen, stjóra, og onnur á staðnum.
From the publisher's feed
Sendingar og poddar sendir á Alduni Hitt Radio