
Sign up to save your podcasts
Or


Hoyr hvat samskiparin hjá HSF hevði at siga um dreymar og mál tá miðvísa arbeiðið við landsliðnum byrjaði av álvara í 2015.
Hoyr eisini hvat hann hevur at siga um ÍF Føroyar, sum hann var partur av eitt tíðarskeið.
Vertur: Ásbjørn Nielsson Nattestad. Gestur: Jens Kristian á Brúgvaskifti. Ásbjørn og Jens Kristian spældu nakrar sangir við Sigvart Dagsland og tosaðu eitt sindur um norska tónleikaran í samband við, at hann kemur at hava konsert í Lívdini 2. mars 2025 kl. 20.00.
Hoyr kollfirðingin Tony Hammer Weyhe fortelja um sítt lív innan hondbóltin. Um hvussu tað er at vera kollfirðingur innan skúlaaldur og hvussu tað hevur verið at vinna fyrstu steypini í bestu deildini hjá KÍF og eisini hjá føroyska landsliðnum í hondbólti.
Útsýni er sending á Rás 2, har vit hyggja út um klettarnar og kanna hvat rørir seg, bakgrundina og hvat vit kunnu vænta okkum framyvir. Ymiskir gestir eru í studio, føroyskir og útlendskir.
Hesuferð tosa vit við Naser Khader, sum sjálvur er uppvaksin í Sýria, um søguna, støðuna og útlitini fyri Sýria og teimum, ið har búleikast.
Vertur og tøkningur er Andrew Djurhuus
Brellbiti um forkunnugu Johnny Cash konsertina í Lívdini 25. januar 2025
Ásbjørn Nattestad prátar við Jens Kristian á Brúgvaskifti og Magna Christiansen um Johnny Cash konsertina í Lívdini 25. januar.
Andrew Djurhuus og Tóri Højgaard práta um forsetavalið í USA, Trump og hvat hendir framyvir.
From the publisher's feed
Sendingar og poddar sendir á Alduni Hitt Radio